Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin vegna seg sjálvan?

John William Joensen

Tað stendur beinleiðis í uppskotinum frá Edmundi Joensen, at tað er løgtingsformaðurin, sum leggur lógaruppskotið fyri tingið.

Løgtingsskrivstovan hevur gjørt tekniska arbeiði fyri løgtingsformannin – hóast hann sambært stýrisskipanini ongar heimildir hevur at leggja uppskot fyri tingið!

Lógaruppskotið byrjar soleiðis:

Ár 2007, 16. august, legði Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting…………..

– Tað vil við øðrum orðum siga at tað er løgtingsformaðurin sjálvur sum leggur uppskotið fram.

Stýrisskipannarlógin sigur annars greitt at løgtingsformaðurin – eins og vanligi veljarin – ongar heimildir hevur til at leggja uppskot fyri tingið.