Hóast Edmund Joensen á tingi gjørdi greitt at hann legðið uppskot um Føroyar sum eitt valdømi, fram vegna formannskapin, so var ongantíð nøkur atkvøðugreiðsla í formannskapinum.
Tað hevur verið nógv tosað um mátan sum Edmund Joensen brúkti at leggja uppskotið, um Føroyar sum eitt valdømi, fram uppá.
Sjálvur hevur løgtingsformaðurin sagt, at tá tað stóð á jøvnum 2-2 tá atkvøtt var í formansskapinum – gjørdist hansara egna atkvøða –sum formaður – avgerandi og tí kundi hann leggja málið fram sum løgtingsformaður.
Eingin formel atkvøðugreiðsla
Óli Breckman, sum er limur í formansskapinum, váttar fyri Norðlýsinum at tað ongantíð bleiv atkvøtt um málið í formansskapinum.
– Vit tosaði aftur og fram um málið og hóast eg dugi at síggja baði fyrimunir og vansar við einum valdømi so fór eg ikki at leggja forðingar í vegin fyri at Edmund kundi leggja uppskotið fram – men tað er rætt – tað var ongantíð nøkur atkvøðugreiðsla í formanskapinum.
Gerðabókin hjá formansskapinum er almenn og tað sum skrivarin hevur skrivað í bókina undirstrikar eisini at málið hjá løgtingsformanninum kom ongnatíð til atkvøðu.
Tosað var aftur og fram um málið – men sambart Óla Breckman og gerðabókini var ongantíð atkvøtt um málið.




