Janus Rasmussen, boðaði á eykaaðalfundinum hjá GÍ í gjár frá, at hann tók seg úr nevndini. Hetta tí, at hann ikki fekk undirtøku frá aðalfundinum at fara undir samráðingar við LÍF um samanlegging.
Janus Rasmussen, sum var ein av kendu GÍ leikarunum og eitt skiftið eisini var fastur fúsur í verjuni á føroyska A-landsliðnum, hevur seinasta árið verið formaður í GÍ.
Hann var ikki serliga hugaður at úttala seg í morgun tá vit ringdu til hann.
– Eg havi einki at siga við fjølmiðlarnar. Tað sum eg havi at siga havi eg sagt fyri nevnd og aðalfundi felagsins.
– Um tit vilja hava meira at vita so kunnu tit ringja til nýggja formannin.
Samanlegging við LÍF
Nýggi formaðurin í GÍ, Andreas Poulsen, sigur at høvuðsorðsøkin til formannskiftið var, at fyrrverandi formaðurin ikki fekk undirtøku í felagnum fyri at leggja saman við LÌF her og nú.
– Í seinastu viku varð lýst til eyðkaaðalfund har samlegging við LÍF var á skránni.
– Formaðurin vildi hava mandat frá eykaðlfundinum at fara undir eina samanlegging við LÍF her og nú, men tað vildi fundurin ikki.
– Síðani boðaði hann nevndini frá, at hann ynskti at sleppa frá, tí hann ikki longur metti seg at hava undirtøku.
– Gjárakvøldið var so aftur eyðkaaðalfundur har nevndarval var á skránni.
– Lat meg undirstrikað at leiðslan í GÍ als ikki er ímóti eini samanlegging við LÍF, men tað eru so nógv onnur innanhýsis mál, sum fyrst skulu finna eina loysn áðrenn tosað verður um eina samanlegging.
Skipað felagið betur
Nýggi formaðurin sigur at fyrsta málið er at skipað felagið betur.
– Fíggjarstøðan í felagnum er rímulig. Vit eiga ikki nógvar pengar men vit skylda heldur ikki nógv so tað er í lagið.
– Tað fyrsta sum skal gerast er at skipað arbeiði í felagnum betri. Vit fara í næstum at seta fótbóltsdeild á stovn, ein bólk til at taka sær av formuladeildini, áhugafelag og ymiskt annað.
– Tað er eingin trupuleiki at fáa fólk at hjálpa til, tað skal bara organiserast og deilast út.
– Sjálvur ætlið eg at leggja dent á at fáa felagið at virka sum ein eind og eitt hugskot er at skipa fyri einum degi har øll – áskoðarar og leikarar, kunnu hugnað sær saman sosialt.
Nýggja nevndin í GÍ:
Andreas Pouslen, formaður
Atli Feilberg Hansen, varaformaður
Haldóra Ranghamar, peningarøkil
Eyðun Hansen
Hjørdis Gregersen




