Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formansavrik og løgmanskostir

John William Joensen

So hevur málið hjá Edmundi Joensen elvt til ruðuleika á Tingi. Løgtingsformaðurin lat seg freista til at taka eitt andstøðuuppskot, sum løgtingið júst hevði felt, og snildisliga leggja tað fram av nýggjum, samstundis sum avtalað varð við samgonguleiðaran fyri løgtingsins parlamentariska meiraluta, at hesin við manning sínari skuldi “halda fingrarnar vekk” hesa ferð.

Oddagrein:

Slík framferð má enda við fløkju, og júst tí er breiða samgongan dottin sundur. Skaðin sær út til at vera so mikið stórur, at hann neyvan bøtist aftur. Trýstið á løgmann um at útskriva val í úrtíð harðnar í hvørjum.

Málið er sera álvarsligt bæði fyri samgonguleiðaran og løgtingsformannin, sum nú royna at geva hvørjum øðrum skuldina fyri íkomnu fløkjuna. Handfaringin er óvanliga lorkut, hvør so skuldina eigur. At almennu fjølmiðlarnir hava verið subjektivir í kjakinum, meðan litaða miðstaðarpressan hevur havt stóra slagsíðu, hevur ikki bøtt um støðuna, sum ikki minst "misvísandi veljarakanningarnar" hava skundað undir.

Norðlýsið hevur ferð eftir ferð víst á vansarnar við uppskotinum, sum vit meta vera avskeplandi fyri fólkaræðisligu hugsjónina og beinleiðis skaðiligt fyri veikaru økini í landinum. Tað hevur verið hugaligt, at mætasti serkunnleikin í landinum við Zakarisi Wang og Jógvani Mørkøre á odda saman við fyrrverandi løgmanni og royndum politikarum hevur víst á somu vandamál viðvíkjandi uppskotinum um eitt løgtingsvaldømi. Men hugstoytt er at síggja, hvussu lítið árin kritikkur tykist hava á leiðandi, politiska umhvørvið í høvuðsstaðnum og á fjølmiðlarnar, sum allir umhvørvisliga eru at finna í sama øki sum politiska umsitingin og -valdið. Hetta er í sjálvum sær óheppið sum er, og kann gerast rættiliga ótespiligt fyri stórar partar av landinum, um avlagandi uppskot løgtingsformansins vinnur frama.

"Guds børn batna", verður sagt. Um tað var orsøkin til knappliga broytta rákið í tíðindasendingum hjá almenna kringvarpinum herfyri, ella orsøkin kanska var løgfrøðiliga avdúkingin, sum kom seinni, um at Edmund Joensen bert var at rokna sum vanligur tingmaður, tá hann legði broytingaruppskotið fram vegna seg sjálvan og ikki vegna formansskapin, skal vera ósagt, men umsíðir komu tíðindi frá m.a. grønlendska samfelagsfrøðinginum, Daniel Thorleifsen, sum til fulnar váttaði tað, kritisku røddirnar hava sagt: "I demokratiets navn" hevur grønlendski útjaðarin verið fyri stórum bakkasti, síðani Grønland gjørdist eitt valdømi í 1999. Grønlendsku politikararnir vilja búgva í Nuuk og gloyma alt um restina av landinum. Hetta sama kunnu vit vænta okkum í Føroyum, um løgtingsformaðurin og løgmaður, sum alment sigur seg taka undir við honum, fáa sín vilja.

Løgmaður man hava brúk fyri drúgvari eftirmetingartíð og Álandshvíld, tí líkt er til, at heimafturkomin fær hann neyvan fleiri enn tvinnar kostir í at velja, og hvørgin teirra er mjúkur. Annar er at útvega samgongulimum váttan fyri, at tann avtala, hann sigur seg hava, men sum limirnir siga seg einki kenna til, fer at halda. Hin er at útskriva val í stundini.

Uppskotið liggur á tingborði, og um tað var tingformaðurin, sum legði tað fram ella vanligi tinglimurin Edmund Joensen, sum megnaði framløguna einsamallur, uttan um samgongusáttmála og gjørdar avtalur, meðan samlaða tingið sat og svav í tímanum, so er hetta, sum nú mest líkist einum glantrileiki, at meta sum eitt avrik, ið samstundis avdúkar nógv fyri føroysku veljarafjøldini.

Líkt er til, at eitt politiskt stórvask verður at taka upp eftir ruðuleikan. Helst við einum vali, annaðhvørt tað verður í úrtíð ella regluligt. Tað er helst ikki av leið, at luftin verður reinsað við einum fólkaræðisligum vali, har veljarafjøldin fær høvi til at velja av nýggjum. Kortini kann løgmaður hava rætt í, at enn er møguleiki fyri, at samgongan finnur aftur á stevi og heldur, til regluligt løgtingsval eigur at vera. Tað hevði kanska tænt øllum pørtum frægast.