Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formansfrágreiðing fyri 2012/2013

Jørmund Foldbo – formaður

Formansfrágreiðingin umfatar alt arbeiðið hjá Autismufelagnum. Samlaða virksemi umfatar bæði arbeiðið hjá nevndini og arbeiðið, ið onnur í felagnum gera, t.d. netverksbólkarnir.

www.autisma.fo

Formansfrágreiðingin umfatar alt arbeiðið hjá Autismufelagnum. Samlaða virksemi umfatar bæði arbeiðið hjá nevndini og arbeiðið, ið onnur í felagnum gera, t.d. netverksbólkarnir.


Nevndin:

Nevndin í Autismufelagnum seinasta árið er Jørmund Foldbo, formaður, Jóannes Jacobsen, næstformaður og kassameistari, Jónrit Halling, skrivari, Krista Brimheim, og Osvør Hentze.

Fyri vali standa Jørmund Foldbo, Jónrit Halling og Osvør Hentze. Jørmund og Jónrit taka við afturvali, meðan Osvør ikki stillar upp aftur á hesum sinni. Harumframt hevur Krista Brimheim valt at siga seg úr nevndini, tí familjan flytir av landinum í summar. Eg vil her nýta høvið at takka Osvør og Kristu fyri teirra stóra arbeiði í fleiri ár fyri autismufelagið.

Nevndin hevur havt 5 fundir síðani seinasta aðalfund. Her er ein frágreiðing um viðgjørd evni:

Altjóða autismudagurin 2. apríl 2012:

Hesin dagur hevur vanliga ikki verið markeraður á sjálvum degnum í Føroyum. Heldur hava vit lagt okkum eftir einum kunnandi tiltaki um hesa tíðina. Lennart helt hin 11. apríl fyrilestur í miðlahúsinum um strongd í familjum við børnum við autismu, og uppmøtingin var framúr góð. Vit sóu nógv foreldur, men eisini nógv fakfólk, ið arbeiða innan fyri økið.Í sambandi við hetta vóru Lennart og Jóannes í kringvarpinum 2 og tosaðu um sama evni.

Netverksbólkar:

Seinnu árini hava vit ofta vent spurninginum við netverksbólkum: Vit gjørdu eina roynd at fáa 4 bólkar virknar, og hesir vóru:

1. Børn undir skúlaaldur.

2. Børn í skúlaaldri ( 7-16 ár.).

3. Ung við diagnosuni Asperger syndrom.

4. Eldri enn skúlaaldur.

Bólkur 1 og 2 eru lagdur saman, tí bólkur 1 er so lítil. Í hesum bólki hava foreldrini hitst regluliga til eitt hugnaligt prát heima hjá onkrum foreldrum, ið hava møguleika at bjóða seg fram til hetta. Hinir báðir bólkarnir hava – so vítt nevndin veit – ikki verið serliga virknir.

Veruleikin er, at nevndin ikki hevur møguleika at reka bólkarnar. Skulu hesir bólkar gerast virknir, mugu foreldur sjálvi taka neyðugu ábyrgdina, Nevndin kann vera við til at fáa gongd á, um áhugi er fyri hesum. Ein uppgáva hjá komandi nevndini verður óivað at finna fram til, um tørvur er á fleiri bólkum enn hesum eina, ið í løtuni er virkin.

Skeið:

Vit hava ikki bjóðað skeið til foreldur og avvarandi seinasta árið. Tørvurin á skeiðum fyri foreldur og avvarandi verður eftir ætlan endurmettur á einum av komandi nevndarfundum. Vit hava ikki ætlanir at bjóða skeið til fakfólk. Royndir okkara higartil vísa, at vit ikki fáa neyðugu tilmeldingina.

Onnur tiltøk:

Í sambandi við vitjan frá danska felagnum skipaðu vit fyri einum temakvøldi á Hotel Hafnia, har evnið var at vera systkin til børn við autismu. Lise, sum arbeiðir í danska felagnum (sum eigur eina lítlasystir við autismu) helt ein fyrilestur um, hvussu tað er at eiga eitt syskin sum hevur autismu. Uml. 25 fólk vóru til hendan fyrilesturin, ið fólk vóru glað fyri. Tiltakið var bert fyri limir.

Í apríl vóru 3 fólk frá felagnum á SIKON ráðstevnuni hjá danska felagnum. Hetta var sera gevandi fyri luttakararnar. Eisini styrkir hetta okkum í eini ráðgevingarstøðu. Vit eru ofta tey fyrstu, ið tosa við avvarandi aftan á áseting av eini autismudiagnosu. Eisini eru vit ofta tey, ið foreldur venda sær til, tá tey standa í eini truplari støðu, har tey hava brúk fyri at tosa við fólk, ið kunnu hjálpa teimum eitt stig víðari á leiðini.

Felagið skipaði aftur í 2012 fyri einum grilldegi í Tjørnuvík í juni, og var uppmøtingin rættiliga góð, hóast grillveðrið kundi verið betur. Men fólk fingu sín búff ella pylsu og eitt gott prát við einum kaffimunni. Og tað er nokk heldur ikki at forsmáa.

Í september varð skipað fyri eini útferð til Saksunar. Við vóru um 15 fólk.

Í sambandi við, at danska felagið, ið vit eru partur av, kundi halda 50 ára stovningardag, bjóðaðu vit øllum limum við familju til ókeypis brunch á Hvonn 3. november. Uppmøtingin var sera góð. Umleið 120 fólk vóru við til at hátíðarhalda dagin.

Í desember var árliga jólahaldið hildið á verkstaðnum Vón á Argjum. Hetta var ein hugnalig løta við umleið 90 luttakarum. Hugaligt var at síggja fólk við autismu, systkin, foreldur, ommur, abbar og onnur møta upp til hesa hugnaligu løtu.

Okkara felags tiltøk eru heilt vist eisini við til at skapa eitt netverk millum okkum, ið vara av fólkum við autismu. Takk til tykkum, ið hava fyrireikað.

Á skránni i 2013:

Sum tit vita, er bara ein verandi nevndarlimur, ið heilt vist hevur sæti í nevndini, tá vit fara heim í dag. Vit siga við vissu farvæl við 2 nevndarlimir, ið hava verið berandi kreftir í teimum felags limatiltøkum, felagið hevur skipað fyri. Tí er ongin støða tikin til eina skipaða skrá fyri restina av hesum árinum. Tó er okkurt greitt:

Familjulega í Nesvík 18. – 19. Mai: Nærri kunning um prís, skrá og tekning verður send í næstum.

Netverksbólkar hittast: Lýst verður við hesum so hvørt sum bólkarnir hittast.

Umframt okkara egnu omanfyristandandi tilboð er eisini møguleiki at taka lut í ítróttartilboðum, sum ÍSB skipar fyri. Eisini verður víst til tey 2 ítróttarfeløgini fyri fólk við breki, Svanur í Eysturoynni og Smæran í Tórshavn.

Hin góða tilgongdin:

Á aðalfundinum 2012 helt Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannaráðnum ein fyrilestur um samskipaði tilboð til børn og ung við breki ella serligum tørvi. Ein fylgja av hesi innbjóðing var, at í juni fingu 2 “autismufamiljur” møguleika at greiða frá sínum gerandisdegi á einum fundi saman við 3 aðalstjórum og teirra nærmastu starvsfelagum.

Og í november 2012 varð skipað fyri eini verkstovu við heitinum “Hin góða tilgongdin”, har landstýrisfólkini í almannamálum, heilsumálum og mentamálum saman við sínum starvsfólkum umframt kommunalum umboðum tóku lut, íalt umleið 40 starvsfólk og fakfólk umboðandi flest allar stovnar, ið varða av økinum børn og ung við serligum tørvi. Endamálið er at finna fram til eina góða tilgongd á hesum øki. Evnini vóru:

Frá illgruna til diagnosu

Frá diagnosu til tænastu

Samskipan av tænastum

Á hesi verkstovu vóru eisini tvær “autismufamiljur” bjóðaðar við at siga sína søgu. Hetta fyri at lýsa verandi tilgongd, hvat er gott og hvat er minni gott. Við støði í frágreiðing-unum var bólkaarbeiði skipað. Tá framløgurnar vóru, fingu familjurnar høvið at gera viðmerkingar til niðurstøðurnar. Okkara fatan er, at starvsfólkini vóru bilsin um, hvussu nógv verður kravt av avvarandi fyri at finna runt í skipanini, og hvussu nógvar myndugleikar og starvsfólk, ið ein familja við serligum tørvi skal fyrihalda seg til.

Ein uppfylgjandi fundur var í januar 2013, ið formaður felagsins varð boðin við til. Ætlanin er at seta 3 bólkar at arbeiða víðari við hesum máli, og verður formaður felagsins limur í stýrisbólkinum. Bólkarnir eru ikki settir enn, men tað verður væntandi gjørt í hesum mánaðin. So vónandi verður hetta ikki enn ein sápubløðra. Roknað verður við, at úrslitið verður tókt um 1½ ár.

Sigast skal eisini, at ikki er vanligt at taka brúkaran við í slíkar tilgongdir, og var hjá summum ein ávís skepsis áðrenn verkstovuna. Vit eiga óivað at vera stolt av, at júst Autismufelagið av øllum feløgum eigur hetta álitið hjá landsins stovnum og myndugleikum.

Ráðstevna um autismu.

Í nevndini hava vit ofta tosað saman um, hvussu vit koma út um autismufelagið við kunning, upplýsing og vitan um autismu og um korini hjá fólki við autismu og familjum teirra. Okkara fyribils niðurstøða er, at ein ráðstevna er ein góður møguleiki at røkka hesum máli. Vit eru greið yvir, at nevndin ikki einsamøll er før fyri at lyfta hesa uppgávu. Vit hava tí heitt á nakrar persónar um at vera við til at fyriskipa eina slíka ráðstevnu. Enn eru vit komin ov stutt til at siga nógv meiri ítøkiligt um ráðstevnuna.

Endamálið er, at ráðstevnan skal vera fyri foreldur og avvarandi, fakfólk, avvarandi myndugleikar og politikarar. Eydnast ikki at fyriskipa slíka ráðstevnu, vera væntandi onnur kunnandi tiltøk sett í staðin, men vónandi verður ráðstevnan veruleiki.

Heimasíðan:

Heimasíðan hevur verið eitt øki, ið vit ikki hava røkt nóg væl. Tá hevur víst seg at verið tungt og trupult at leggja tilfar út. Vit hava gjørt avtalu við annan veitara um nýggja heimasíðu, ið er løtt at røkja. Síðan verður tøk um stutta tíð. Vónandi kan hetta vera við til at fáa meiri lív í síðuna hjá okkum.

Autismu/aspergerflokkur í Hoydølum:

Felagið er nýliga kunnað um, at ein serligur autismu/aspergerflokkur verður tikin inn í Hoydølum í summar. Hetta stendur á heimasíðu skúlans (www.hoydalar.fo)

“Skúlin er saman við øðrum almennum stovnum farin undir fyrireikingar at stovna ein flokk fyri næmingar við autismu/Asperger í august 2013. Næmingar, ið ynskja upptøku í hendan serliga flokkin, fylla tað vanliga umsóknarblaðið út, og skriva í teigin um serligan tørv, at teir ynskja at verða tiknir upp í serflokkin fyri næmingar við Asperger/autismu.

Nærri fæst at vita um hesa ætlanina við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara.”

Rektarin hevur biðið um nakrar minuttir at kunna um flokkin. Tað hava vit sjálvandi játtað honum.

Skótahjálpin 2012:

Árliga skótahjálpin er tiltak, har skótar ganga í húsini at hjálpa móti eini samsýning. Innsavnaði peningurin verður latin góðgerandi endamálum. Í 2012 valdi skótahjálpin at stuðla Autismufelagnum fíggjarliga at skipa eina familjulegu. Latnar vóru 40.000 kr. Til endamálið, og eru vit sera takksom fyri henda stuðul. Legan verður í mai sum nevnt frammanundan.

Almannaverkið:

Sum kunnugt vóru Almannastovan og Nærverkið løgd saman í ein stovn. Fyri limirnar skuldi hetta viðføra, at tað bert er ein hurð inn til Almannaverkið. Samstundis skuldi tvørfagligt samstarv styrkjast á nýggja stovninum. Felagið hevur verið við til onkrar kunnandi fundir. Higartil merkja vit ikki nógv til broytingarnar. Men vit mugu royna at hugsa positivt og geva teimum møguleika og tíð til at tillaga stovnin til nýggja arbeiðsháttin. Livst so spyrst.

Prát:

Ein uppgáva, ið fyllir nógv, er prát við fólk, ið ringja til felagið. Vit eru ofta tey fyrstu, ið foreldur ringja til, tá tey hava fingið staðfest, at teirra barn ber brekið autismu, herundir eisini Asperger syndrom. Vit royna at møta teimum sum best og veita teimum ta ráðgeving, vit kunnu. Ynskja tey tað, hjálpa vit teimum at finna onkran at tosa við, sum hevur verið í teirra støðu.

Eisini hava vit eitt ávíst samskifti við verandi limir, ið á ein ella annan hátt hava brúk fyri at venda onkrum spurningum um teirra barn. Felagið hevur tó sum er ikki orku at fara inn í einstøk mál, sum eru ov orkukrevjandi.

Limastøðan:

Limatalið, sum hevur verið vaksandi seinnu árini, stendur nú nøkunlunda í stað. Vit hava nú 142 limir. Vit vita, at tað eru fleiri avvarandi, sum ikki eru limir, so vit ynskja okkum eitt enn hægri limatal. Eg fari tí eisini at nýta høvið at minna á, at tiltøk sum grundskeið og onnur skeið, netverksbólkar, útferðir og jólahald eru ikki almenn, men bert fyri limir!! Tað skal vera ein fyrimunur at vera limur í okkara felagi.

Í fleiri førum er bert annað av foreldrunum limir. Nevndin heitir á tykkum, sum eru foreldur, um bæði at vera limur á felagnum, um hetta er gjørligt. Hetta ger felagið sterkari í allar mátar og ger tað hugaligari at arbeiða í felagnum.

Annars takki eg vegna nevndina og persónliga fyri álitið at føra felagið víðari. Nógv er eftir, ið vit kundu hugsað okkum at gjørt og okkurt kundi óivað verið gjørt betri. Men hetta var so tað, ið vit fingu á skaftið í farna autismuárinum.

Samanumtikið haldi eg, at vit eiga at vera stolt av okkkara felagi og tí arbeiði, ið verður gjørt limunum til bata. Tað er ongin ivi um, at vit eru eitt av teimum best virkandi og mest virknu “sjúklingafeløgum” í landinum. Eisini havi eg fatan av, at felagið hevur vunnið sær virðing millum manna gjøgnum eitt dygdargott og konstruktivt arbeiði gjøgnum fleiri ár.

Tórshavn, 2. mars 2013

Jørmund Foldbo

formaður