Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formansskapur Fólkatingsins vitjar Klaksvík

Dávur Winther

Formansskapurin hjá Fólkatinginum, sum hevur hildið til í Klaksvík á Føroyaferðini, ið endar í morgin, var og vitjaði hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra á miðdegi í dag.

Formansskapurin hjá Fólkatinginum, sum hevur hildið til í Klaksvík á Føroyaferðini, ið endar í morgin, var og vitjaði hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra á miðdegi í dag.

Boðið varð til ábit í býráðshølini, har lagt var upp til eina hugnaløtu við góðum práti uttan skrá. Gestirnir høvdu nógv at siga frá og spyrja um og prátið gekk so lystiliga.

Eftir ábitið mátti borgastjórin, Jógvan Skorheim, skunda sær út í Spaniastovu, har hann skuldi vera vertur fyri statsministaranum, Helle Thorning-Schmidt.

Ferðalagið við formansskapurin hjá Fólkatinginum helt leiðina fram til Fuglafjarðar, har Jógvan á Lakjuni, tingformaður var ferðaleiðar. Í Fuglafirði skuldu tey fáa eina kunnan um Havsbrún og virksemið har.

Í kvøld verður boðið til nátturða í Riberhúsi í Fuglafirði, har eisini Sámal Toftanes hevur eina listaframsýning – Eisini fer kendi sangbólkurin Vega at syngja nakrar sangir fyri gestunum.

Ferðalagið úr Danmark fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

Í formansskapi Fólkatingsins eru:

· Mogens Lykketoft, formaður

· Bertel Haarder, 1. næstformaður

· Pia Kjærsgaard, 2. næstformaður

· Camilla Hersom, 3. næstformaður

· Anne Baastrup, 4. næstformaður

Í formansskapi Løgtingssins eru:

· Jógvan á Lakjuni, formaður

· Alfred Olsen, 1. næstformaður

· Gerhard Lognberg 2. næstformaður

· Páll á Reynatúgvu, 3. næstformaður

Harumframt eru fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, við í kontaktnevndini.