Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Formansskapurin í KF heldur fram komandi tvey árini

Tíðindaskriv

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag var avgjørt at formansskapurin í Kommunufelagnum verður tann sami komandi tvey árini.

Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár.

Á stýrisfundi í felagnum var í dag einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021.

Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur áfram sum næstformaður.