– Sum nýggjur formaður í Sosialu Nevnd ynski eg at seta meg inn í umstøðurnar á teimum deildum og stovnum, sum nevndin varðar av, sigur Jóhann Lützen, sum týsdagin í vikuni – saman við Steinbjørn O. Jacobsen, næstformanni í nevndini – var á vitjan á tveimum stovnum.
– Sum nýggjur formaður í Sosialu Nevnd ynski eg at seta meg inn í umstøðurnar á teimum deildum og stovnum, sum nevndin varðar av, sigur Jóhann Lützen, sum týsdagin í vikuni – saman við Steinbjørn O. Jacobsen, næstformanni í nevndini – var á vitjan á tveimum stovnum.
– Eitt tað fyrsta, eg setti mær fyri, tá ið eg varð valdur til formann í Sosialu Nevnd, var at fara á vitjan á øllum deildum og stovnum, sum nevndin vegna býráðið hevur ábyrgdina av, og tað er hetta, sum vit nú eru byrjað at gera, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.
– Tað tekur sjálvandi eitt sindur av tíð at koma runt á allar, men eg haldi avgjørt, at hendan tíðin er væl brúkt, tí á henda hátt fær ein sjálvur møguleika at síggja og uppliva umstøðurnar á staðnum, samstundis sum leiðarin fyri viðkomandi deild kann greiða frá um virksemi, umstøður og ætlanir.
Trivnaðarøkið rættiliga stórt
Málsøkið, sum Sosiala Nevnd varðar av, og sum undir einum verður nevnt trivnaðarøkið, fevnir eitt nú um barnaansingarstovnarnar, barnavernd, Námsfrøðiligu Ráðgevingina og Sernám heilsurøktarøkið, kommunulæknaskipanina, sambýli, røktarheim, dagtilhald, Smæruna, Húsið (fyri ung).
– Hetta er sjálvandi eitt rættiliga stórt málsøki við fleiri stovnum, sum hava nógvan og ymiskan tørv, men longu havi eg lagt til merkis, at økið er vælskipað og at her starvast fólk og leiðarar, sum veruliga ynskja at gera sítt besta fyri brúkararnar, fyri stovnin og fyri sín arbeiðsgevara, sigur Jóhann Lützen, sum komandi dagarnar og vikurnar fer at leggja at landi á teimum ymsu stovnunum á trivnaðarøkinum.




