Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Formansvalið í fiskimannafelagnum!

Axel Hansen

Tað snýr seg í fyrstu syftu sum skjótast,at dagføra grundleggjandi KOR,fiskimaðurin
IKKI hevur í einum annars so framkomnum samfelag sum okkara.
Hesar dagføringar eru millum annað.
Manglandi lágmarksløn *
Manglandi  eftirløn
Manglandi  arbeiðskaðatrygging
* (minstalønin er IKKI sáttmála ásett og er als ikki nøktandi)

Verandi sáttmáli er í veruleikanum ein skomm fyri fiskimannin,tí nýggja,Lógin
um sjófeingi,hevur ein nýggjan aktør Rættindahavari við í ásetingini.Hesin  rættindahavari hevur fríðar teymar at gera sum honum lystir.
Fyritreytin í sáttmálanum – at reiðarin/skipið hevur fiskirættindi – er nú burtur.
Tí er neyðugt at endurskoða,helst broyta flestu ásetingar,eisini skal avgerast,hvørjir sáttmálapartarnir eru.

 

Fiskimenn skullu ikki sum nú,luttaka sum hjálparfelagsskapur fyri sperdar
rættindahavarar,ið nú senda egnar rokningar út á sjógv – í lumman hjá fiskimonnum .

Hesi viðurskifti krevja nýhugsan og treiskni.
Tí havi eg stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Vestmanna 8.desember2018
Axel Hansen