Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formenn fegnast um nýggjan miðbý

Tíðindaskriv

Stóra byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík fer at fáa sera jaliga ávirkan á Klaksvík og Norðoyggjar annars, og nevndarformenn í Klaksvíkar býráð eru sera fegnir um, at gongd nú veruliga kemur á ætlanina at gera nýtt miðbýarøki.

Stóra byggingin í nýggja miðbýnum í Klaksvík fer at fáa sera jaliga ávirkan á Klaksvík og Norðoyggjar annars, og nevndarformenn í Klaksvíkar býráð eru sera fegnir um, at gongd nú veruliga kemur á ætlanina at gera nýtt miðbýarøki.

Myndir: Dávur Winther

Nógvir partar eru við í ætlanini at gera nýggjan miðbý í Klaksvík. Í stuttum snýr ætlanin seg um, at byrjað verður at byggja á útfyllingini á Sandinum, ið er fyrireikað til miðbýarøkið. Bústaðir byggja 36 íbúðir, og BankNordik fer at byggja nýtt sæti í Klaksvík.

Ein partur av ætlanini er eisini, at felagið Christian í Grótinum hevur keypt bygningin hjá BankNordik á Klaksvíksvegi, og í bygninginum skulu tænastur innan heilsu og umsorgan savnast.

Hetta hevur eisini ta avleiðing við sær, at ætlanin at gera Posthúsið til mentanarhús verður meira ítøkilig, tí Heilsutrygd flytur úr tí bygninginum og í nýggja heilsu- og umsorganarhúsið, har eisini Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin, Sernám og Gigni skulu halda til.

Hugnaligt umhvørvi

Tekniska deild hjá Klaksvíkar kommunu skal syrgja fyri, at allir vegir, uppmerkingar, leiðingar, ljós og annað verður gjørt í nýggja miðbýnum.

– Okkara partur skal ikki liggja eftir. Vit ætla at syrgja fyri, at alt arbeiðið verður gjørt til tíðina og verður væl frágingið, og vit ætla eisini at tryggja, at talan ikki bert verður um bygging og bygningar, men at vit fáa ein veruligan miðbý við hugnaligum og innbjóðandi umhvørvi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Klaksvíkar kommunu.

– Hetta er ein stór og spennandi verkætlan, sum vit øll skulu lyfta í felag, tí so fáa vit besta úrslitið. Samstarvið um hesa ætlan hevur verið sera gott higartil, og tað skal halda fram, nú vit fara meira ítøkiliga í gongd, sigur hann.

Grønur miðbýur

Ætlanin er, at nýggi miðbýurin í Klaksvík skal verða so grønur sum gjørligt.

– Vit skulu ikki bert hava ein góðan og hugnaligan miðbý, vit skulu eisini hava ein grønan miðbý. Klaksvíkar kommuna fer at leggja sjóhita inn í bygningarnar í nýggja miðbýnum, og ætlanin er, at allur miðbýurin verður hitaður við sjóhita. Hetta fer at gera Klaksvík til undangongubý í arbeiðnum at tryggja okkara landi meira grøna orku, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

– Eg fegnist um, at miðbýarætlanin verður fylgd, og at vit eru komin víðari. Tað hava áður verið ætlanir um ymiskar verkætlanir í miðbýnum, men nú hava vit megnað at gera hesar ætlanir til veruleika og eru farin undir eina ta størstu byggingina í Klaksvíkar kommunu nakrantíð, sigur hann.

Nýggir bústaðir

Meirilutin í Klaksvíkar kommunu setti sær fyri at fáa meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Klaksvík, og hetta verður veruleiki við nýggju byggingini.

– Bústaðir hava tikið Klaksvík og tørvin í Klaksvík seriøst. Vit hava sett okkum fyri at fjøltátta bústaðarmarknaðin í Klaksvík, og vit taka eitt stórt stig rætta vegin við hesari byggingini, sigur Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir.

– Samstarvið um hesa verkætlanina hevur verið gott, og vit hava arbeitt miðvíst við henni í tvey ár. Hetta er orsøkin til, at vit hava fingið eitt gott úrslit, og at vit nú fara í gongd við veruliga bygging í nýggja miðbýnum, sigur hon.

Meira fakligheit

Byggingin í nýggja miðbýnum hevur gjørt tað gjørligt at savna umsorganartænastur í bygningin hjá BankNordik.

– Tað er eitt stórt framstig, at vit nú fáa eitt heilsu- og umsorganarhús í Klaksvík, har vit kunnu savna fakligheitina og veita okkara borgarum eina enn betri tænastu. Vit skulu taka okkum væl av hvørjum øðrum, og vit skulu sjálvandi lata so góða hjálp, sum yvirhøvur tilber, til fólkið í okkara lokaløki, sigur Jóhann Lützen, sum er formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.

– Nýggi miðdepilin fyri heilsu og umsorgan er partur av vakstrarætlanini fyri Klaksvíkar kommunu, har vit hava sett okkum fyri at brúka fakligheitina og skapa møguleikar fyri, at fólk við útbúgvingum fáa møguleikan at virka og gera mun í okkara lokalsamfelag, sigur hann.

Mentanin fegnast

Miðbýarbyggingin fær eisini ávirkan á mentanarlívið í Klaksvík, har ætlanir eru um nýggjan mentanardepil og annað.

– Okkara ætlan um at gera Posthúsið til ein nýggjan mentanardepil í Klaksvík nærkast veruleikanum, nú Heilsutrygd, sum heldur til í bygninginum, kann flyta í nýggja heilsu- og umsorganarhúsið, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

– Byggingin hjá Bústaðir fer at fáa alstóran týdning fyri mentanarlívið í býnum. Tað liggur eitt týdningarmikið signal í, at vit byrja bygging í miðbýnum, at vit fáa nýggjar bústaðir og lív mitt í Klaksvík, og at vit eisini fáa eitt nýtt torg, har vit kunnu hava framførslur og tiltøk. Vit taka ímóti hesari bygging við opnum ørmum og eru fullvís í, at hendan ætlanin eisini fer at styrkja og stimbra mentanarlívið, sigur hon.