Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, sigur at hann í gjár var í samband við embætisverki í Brúsell, og har fekk hann vissu fyri at formliga váttanin um at semjuna millum ES og Føroyar, verður send til landsstýrið seinri í dag.

Tað eru í dag meira enn tvær vikur síðan at Vestergaard og Damanaki gjørdu semju millum Føroyar og ES um norðhavssild, men enn hevur ES kommiserurin onki stig tikið fyri at fáa avtaluna setta í verk so handilstiltøkini kunnu beinast av vegnum. Heldur ikki er nøkur formlig váttan komin úr ES um at semja er gjørd millum ES og Føroyar.
– Formlig váttan um semjuna verður send Føroyum í dag men hvussu long tíð so gongur við at fáa sett handilsstongsulin úr gildi dugi eg ikki at meta um, men helst verður tað í juli – august, sigur føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldsson við Norðlýsið í morgun.
Norðlýsið hevur fingið upplýst at frá tí at ES komiserurin setur fram uppskot um at taka av handilstongsulin kunnu ganga tríggjar til seks vikur til ES kommisjónin endaliga hevur samtykt uppskotið.