Herluf Sigvaldsson váttar beint nú at fyri lítlari løtu síðan kom formliga brævið úr Brússel sum váttar semjuna millum Føroyar og ES um norðhavssildina
Herluf Sigvaldsson váttar beint nú at fyri lítlari løtu síðan kom formliga brævið úr Brússel sum váttar semjuna millum Føroyar og ES um norðhavssildina.
Svar kom í morgun umvegis sendistovuna í Brússel, váttar Gunnar Holm-Jacobsen, stjóri í Uttanríkistænastuni.
Norðlýsið hevur fingið upplýst at frá tí at ES komiserurin setur fram uppskot um at taka av handilstongsulin kunnu ganga tríggjar til seks vikur til ES kommisjónin endaliga hevur samtykt uppskotið.