icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: B36-KÍ 2-2 (1-0): Javnleikur í Gundadali har KÍ var sera nær einum sigri

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hevði tað ikki verið fyri eitt brent brotsspark í seinastu sekundunum av dystinum, so hevði KÍ vunnið 3-2 á oddaliðnum í Formuladeildini, B36, sum annars var á odda 1-0 í hálvleikinum.

Hóast tað var óvæntað, so kundi KÍ tað sama havt vunnið dystin ímóti B36 í Gundadali sunnudagin.

B36 var undan dystinum einsamalt á odda í Formuladeildini, og ein heimasiður var tí tað mest sannlíka úrslitið av dystinum.

Men eins og B36 hevur KÍ eisini havt ein góðan stima, og tað sást eisini aftur í dystinum, serliga eftir at Jákup Mikkelsen fekk reyða kortið, har KÍ partar av dystinum legði trýst á havnarmenn.

Mikkjal Thomassen var tann fyrsti at skora, tá hann umleið 10 minuttir áðrenn hálvleik legði B36 framum 1-0 við einum skoti, tá hann var staddur nakað til høgru í brotsteiginum, haðani hann sendi bóltin í handara síðunet eftir upplegg úr vinstru álopssíðu hjá B36.

Annars var leikbýtið rættiliga javnt í fyrra hálvleiki, men stutt undan steðginum hendi tað óhepna fyri B36, at teir misti sín málverja, Jákup Mikkelsen, av tí at hann tá varð rikin av vølli.

Sostatt mátti B36 spæla við tíggju ímóti ellivu KÍ’arum restina av dystinum, og helst fekk hetta avgerandi týdning fyri víðari leikgongdina og eisini úrslitið av dystinum.

Atvoldin til reyða kortið til Jákup Mikkelsen var, sum skilst, at hann mótmælti yvir fyri dómaranum, sum fyri hetta gav honum tvey gul kort, har tað seinna útloysir eitt reytt kort.

Eykamálmaðurin hjá B36 varð settur inn í B36-málið fyri Jákup, meðan Heini í Skorini verður skiftur út.

KÍ fekk eina góða byrjan upp á seinna hálvleik.

Eftir 62 minuttir skoraði Ovi Nysted, ið stutt frammanundan varð skiftur inn, og tað gingur bara 3 minuttir afturat, so skoraði Paul Clapson til 2-1 til KÍ.

Tað varð annars Denni Conteh, sum fyrst varð skiftur inn eftir hálvleikssteðgin, men hann fekk tíverri ikki spælt vegna sínar skaðatrupulleikar, og so kom Ovi Nysted inn fyri hann.

Ímóti endanum av dystinum vann Sylla B36 eitt brotsspark, sum Fróði Benjaminsen setti í mál og harvið javnaði til 2-2.

Men dramatikkurin var ikki av enn, tí í yvirtíðini vann Kristoffur KÍ tann best hugsaða møguleikan at skora til 3-2, tá hann varð feldur í B36-brotsteiginum, men tíverri fekk Heðin á Lakjuni ikki mál upp á brotssparkið, tí innskifti B36 málverjin tveitti seg rættan veg og bjargaði skotinum.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt javnleikur 2-2, sum allir KÍ-arar helst høvdu verið nøgdir við, um teir fingu tað bjóðað áðrenn dystin, men eftir góða KÍ-innsatsin og stóra kjansin at vinna 3-2, so munnu B36-arar vera teir betri nøgdu við javnleik.

Úrslitini í Formuladeildini í 20. umfari vóru:
B36-KÍ 2-2
GÍ-EB/S 1-4
Skála-HB 1-3
VB/S-AB 1-2
B71-NSÍ 1-3

Støðan á stigatalvuni er nú henda, eftir at øll lið hava leikt 20 dystir:
Lið       Stig
B36      44
NSÍ      44
HB       36
EB/S    36
Skála   26
KÍ        25
GÍ        23
B71      22
AB       14
VB/S    11