Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: B68-KÍ 1-1 (0-0): Triði dystur uttan tap men framvegis botnlið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ætlanin hjá KÍ-spælarunum, tá ið teir fóru út á Toftir sunnudagin, var at vinna dystin og harvið at koma upp úr botninum í Formuladeildini, men tað eydnaðist ikki, og tí er KÍ bert 1 stig frá botninum.

Nú 6 umfør eru spæld í Formuladeildini í ár, liggur KÍ framvegis stutt upp frá botninum.

Ikki tí – gongdin teir seinastu tríggjar dystirnar hevur verið munandi betri enn í teimum trimum fyrstu, sum liðið tapti allar.

Fyrst var KÍ fyri ósigri ímóti EB/Streymi úti 0-4, síðan tapti liðið 1-2 heima móti HB, og triðja dystin tapti KÍ eisini 1-2, ta ferðina á útivølli móti Skála.

Harvið var úrtøkan 0 stig eftir 3 tey fyrstu umførini, og støðan var alt annað enn góð.

Síðan hava úrslitini verið betri, hóast KÍ enn bert hevur vunnið eittans sigur.

Fjórða úrslitið hjá KÍ í Formula var ein harðvunnin 2-2 javnleikur í Fuglafirði móti væl leikandi ÍF-arum, síðan vann KÍ 2-1 á B71 við Djúpumýru, og nú bleiv tað so til enn ein javnleik, 1-1 á Toftum móti B68.

Sostatt er gongdin ein onnur og meira jalig í løtuni.

Hinvegin hevur laka úrtøkan í teimum fyrstu dystunum gjørt, at KÍ framvegis er at rokna sum eitt botnlið í Formuladeildini.
Í øllum førum er enn stutt niður á botnin, nú 6 dystir eru leiktir.

Í skrivandi løtu er støðan í Formuladeildini henda:

01)  HB      5 dystir    11 stig
02)  EB/S   5 dystir    11 stig
03)  NSÍ     5 dystir    10 stig
04)  B36     6 dystir   10 stig
05)  ÍF        6 dystir   10 stig
06)  Vík.     5 dystir      6 stig
07)  KÍ       6 dystir      5 stig
08)  B68     6 dystir     5 stig
09)  B71     6 dystir     4 stig
10)  Ská.    6 dystir     4 stig

Harleyfacadeacryl