Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: B71-KÍ 3-3 (1-2): Álopsfótbóltur á Sandi endaði við 3-3 javnleiki

John William Joensen

Tað vóru tvey álopssinnað lið hjá B71 og KÍ, sum spældu dystin á Sandi sunnudagin, og úrslitið 3-3 var helst í lagi í mun til spælbýtið samanumtikið, men málini kundu enntá havt verið fleiri, so álopssinnað var spælið í einum dysti, har teir ungu leikararnir hjá KÍ kláraðu seg væl.

KÍ byrjaði við júst somu uppstilling sum í dystinum í móti Skála í vikuni frammanundan.
Meinhardt Joensen stó í málinum, og framman fyri hann var miðverjan mannað við Jan Andreasen og Steffan Kalsø.
Vongbakkarnir vóru Sigmund Jacobsen í vinstru og Harley Bertholdsen í høgru.
Miðvøllin mitt fyri mannaðu John Hammer og Símun Joensen, meðan Heðin á Lakjuni var meira úti í vinstru.
Fjórði maðurin á miðvøllinum var Gunnar Nielsen, sum var tann mest framrættaði av teimum fýra.
Paul Clapson og Erling Fles mannaðu álopið.
Tá 15 minuttir vóru farnir, mátti Paul Clapson út við skaða, og Kristoffur Jakobsen kom inn í hansara stað.

Lívlig byrjan
av KÍ-arunum

Tað man vera langt síðan, at KÍ hevur fingið eina so góða byrjan í einum landskappingardysti, tí longu tá 5 minuttir vóru farnir, var liðið á odda 2-0 við málum, sum Paul Clapson og Heðin á Lakjuni gjørdu.
Fyrsta málið komi eftir hornaspark, sum Paul skallaði í málið, og lítla løtu seinni gjørdi Heðin tað til 2-0 við einum brandskoti við brotsteigarmarkið.
Tað kundi tað sama blivið 3-0, tí hesa fyrstu løtuna, legði KÍ eitt øgiligt trýst á B71, og teir høvdu eisini tveir góðar málmøguleikar afturat. Eitt nú hevði KÍ eitt hart skot, sum málmaðurin tók, og eisini skallaði Símun beint uppum.

Sandoyingar
svaraðu aftur
Yvirvágin hjá KÍ helt tó ikki fram, og so við og við kom B71 meira við í spælið. Hetta gav eisini úrslit, tá 15-20 minutti, tá B71 fór í álop upp gjøgnum høgru álopssíðu, og fekk minkað um munin til 1-2.
Verjan hjá KÍ tóktist heldur tung hesar løturnar, og tá 35. minutti var aftur galið, tá Steffan var so óheppin at fella Clayton í brotsteiginum.
Dómarin dømdi brotsspark, sum Eli Hentze skeyt, men tíbetur fyri KÍ var Meinhardt í málinum kvikur sum ein køttur. Hann tveitti seg til høgru og bjargaði meistarliga skotinum, og harvið var leiðslan hjá KÍ varðveitt.
B71 hevði nú havt trýstið eina góða løtu, men fram ímóti hálvleikinum kom KÍ eitt sindur fyri seg aftur, og m.a. høvdu teir ein góðan málmøguleika, tá Gunnar Nielsen sendi bóltin innfyri til Heðin, sum akkurát ikki rakk bóltinum.
Hálvleiksstøðan gjørdist sostatt 2-1 til KÍ.

Rættiliga opið í
báðum verjum

Ikki óvæntað byrjaði seinni hálvleikur meira varliga enn fyrri, har KÍ kanska vóru eitt sindur meira framrættaðir enn heimaliðið, men kortini var tað B71, sum gjørdi ein vørr við at skora 2 mál upp í slag og legði seg harvið á odda 3-2.
Tað Símun Hansen, sum skoraði til 2-2 eftir skot innfyri, og beint eftir kom sami Símun Hansen ímillum KÍ-verjuna og fekk lagt sítt lið framum.
Hesa løtuna var ógvuliga opið í báðum verjum, og onkur av áskoðarunum helt fyri, at støðan tað sama kundi verði 5-5 sum 3-2.

KÍ menti seg
og javnaði út

KÍ-leikararnir fingu sjálvandi sum vátan vøttin av tveimum so tøttum B71-málum, men teir spýttu í lógvarnar og royndu at svara aftur, og teir fingu nokkso skjótt løn fyri stríðið.
Tá áleið 70. min. vóru leiktir bleiv aftur javnt.
Kristoffur Jakobsen sendi ein bólt innfyri, har John Hammer árakað brotssparksblettin smekkaði ímóti málinum. Málmaðurin blokeraði, og bólturin stakk útaftur til Erling Fles, sum var fyrstur á og skoraði til 3-3.
Eftir hetta helt KÍ á at trýsta ímóti B71-málinum, og tað kundi tað sama givið úrslit í síðstu løtunum, tá teir hildu seg vera snýttar fyri eitt brotsspark. Ein B71-ari brúkti armin í brotsteiginum, men dómarin helt ikki talan vera um revsiverd viðurskifti, og so helt spælið fram.
Í síðstu løtunum kom B71 aftur betur við í spælið og legði eitt trýst á KÍ. Millum annað høvdu teir nøkur hornaspørk upp í slag í síðstu minuttunum, men einki spurdist burturúr, og so býttu hesi bæði álopssinnaðu liðini stigini sínamillum.