Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: GÍ-KÍ 0-1 (0-1): KÍ hevur nú vunnið 3 av 4 dystum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við 1-0 sigrinum á GÍ í Gøtu sunnudagin hevur KÍ nú vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra landskappingardystunum, og liðið hevur harumframt hildið málið reint tríggjar av teimum seinastu fýra landskappingardystunum – AB 1-0, Skála 1-0, GÍ 1-0.

Um dystin kann í stuttum sigast, at Kí spældi væl í fyrra hálvleiki. Gott kombinatiónsspæl til tíðir og fleiri kjansir.
Conteh skoraði beinanvegin eitt gott mál, sum skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum.

Í seinna hálvleiki var dysturin meira rótutur. GÍ oysti bóltar fram á vøllin, og tá ráddi um at standa ímóti.
Spælararnir stríddu seg at enda til sigurin.

Sostatt hevur KÍ nú vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra landskappingardystunum.

KÍ hevur eisini hildið málið reint tríggjar av teimum seinastu fýra
landskappingardystunum – AB 1-0, Skála 1-0, GÍ 1-0.