Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin, KÍ-B36 2-1 (1-0): Tepur men uppiborin sigur til KÍ ímóti B36

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ vann 2-1 á B36 sunnudagin eftir ein rímiliga javnan dyst, har KÍ tó samanumtikið hevði yvirvág í málmøguleikum.

Liðini vóru hesi:

B36:
Meinhardt Joensen,
Alex Dos Santos,
Jankovic,
Hanus Torleifsson,
Midjord,
Nagy,
Putemkin,
Róaldur,
Magnus Olsen,
Klæmint Matras,
Herbert í Lon Jacobsen.

Á bonkinum:
Sigmund av Teigum
Svend F. Jacobsen,
Oddmar Færø,
Patrick,
Asbjørn V. Gunnarsson.

KÍ:
Jákup,
Sigmund,
Jan A.,
Harley,
Kristian á L.,
Rodrigo,
Kristoffur,
Milic,
Heðin,
Ovi,
John Hammer.

Á bonkinum:
Ári Samson,
Álvur Christiansen,
Jóvan Isaksen,
Eli Simonsen.

KÍ-liðuppstillingin

Jákup í málinum, Ovi og Milic í miðverjuni, Sigmund á vinstra bakki og Harley á høgra.
Jan A., Kristian og Kristoffur í mitt á miðjuni, Heðin á vinstra vongi og John Hammer á høgra vongi, og Rodrigo í álopinum.

– – –

KÍ fekk ta betru byrjanina í spælinum og hevði nøkur álop fram ímóti B36-málinum uttan tó at tað stóðst veruligur vandi av tí.

Tá ið góðir 5 minuttir vóru farnir, svaraði B36 fyri fyrstu ferð aftur og vann tvey hornaspørk, sum tó hvørki gav úrslit í málatsóknum.

B36 vísti seg nú at varðveita yvirtakið, og í 9. minutti høvdu teir aftur eitt álop, sum endaði við langskoti, ið varð blokerað til hornaspark.

Lívligir B36-viðhaldsmenn
sungu fyri Jákupi Mikkelsen

Tá ið nakrir fáir minuttir vóru farnir, komu floksmenninir, sum sita uttan fyri vøllin, og hesir “hvítu og svørtu” settur rættiliga lív í áskoðarafjøldina.

Her hevði heimaáskoðarafjøldin ikki nógv at stilla upp hendan dagin, hóast eisini KÍ-viðhaldsmenninir tá royndu at finna trummuna fram.

Eitt serstakt hesa fyrstu løtuna var at hoyra B36-áskoðararnar m.a. syngja tveir sangir fyri sínum fyrrverandi málmanni, sum nú stendur í KÍ-málinum. Tann eini ljóðaði: “Jákup, hann er okkara …”

Eitt minus fyri B36-áskoðararnar var tó, at teir vóru í so nógv eftir dómaranum, sum hendan dagin var Eiler Rasmussen. Eitt nú hoyrdust ta einu løtuna syngja “Tillukku til tín..” fyri honum, eftir at dómarin hevði dømt eitt fríspark til B36.


Heðin beinleiðis
upp á fríspark

Inni á vøllinum var gongdin í spælinum samanumtikið rættiliga jøvn tað fyrsta korterið, men so kom lív aftur í heimaliðið.

Í 17. minutti kom tann fyrsti stóri kjansurin, og var tað KÍ, sum fekk hann, tá ið John Hammer fekk ein góðan bólt mitt fram ígjøgnum B36-verjuna, har hann frá brotsteigarmarkinum skeyt við vinstra beini, men málmaðurin blokeraði við eini beinparadu. Ein stórur málkjansur.

Í 20. minutti fer KÍ aftur í álop, tá ið Harley úr høgru sendi ein bólt innfyri til Kristoffur, sum vann fríspark, av tí at uppdekkarin hekk ov nógv í honum.
Heðin á Lakjuni gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beinleiðis í málið, eftir jørð, rímiliga dygst úti við stongina, uttan at Meinhardt, sum tveitti seg, rakk honum.

1-0    til KÍ.

B36 royndi
at svara aftur

Málið broytti dystargongdina ta fyrstu løtuna, har KÍ hevði lyndi at taka seg aftur á vøllin, og B36 somuleiðis royndi at trýsta.

Størsti málmøguleikin hjá B36 higartil kom í 23. minutti, tá ið Santos fintaði seg ígjøgnum alla KÍ-verjuni mitt fyri, men hóast púra leysur við Jákupi, so kláraði hann ikki at snýta landsliðsmálverjan, sum blokeraði skotinum út til hornaspark. Ein framúr fantastisk bjarging av Jákupi!

KÍ royndi tó eisini hesa løtuna, og í 25. minutti fekk Róaldur Jacobsen hjá B36 gula kortið fyri hart spæl, meðan Sigmund og Rodrigo arbeiddu seg fram ígjøgnum vinstru síðu hjá KÍ.

Spælið helt tó fram at vera meira meira á KÍ-hálvuni hesa fyrstu løtuna eftir málið, men B36 kom tó sjáldan tætt at KÍ-málinum.

Í 33. minutti kom eitt skot innfyri inn í KÍ brotsteigin úr høgru álopssíðu hjá B36, sum Ovi skallaði út til hornaspark, men enn einaferð var hornasparkið hjá havnarliðnum einki at skriva heim um, og KÍ-ararnir kundu strúka avstað við bóltinum.

Í 34. minutti kom B36 so nær einum máli, sum tað kann lata seg gera uttan at skora, tá ið ein av áleyparunum, Hanus Torleigsson, smekkaði til frá umleið brotsteigarmarkinum, men bólturin brast í undirkantin av yvirliggjaranum og brast niður í vøllin ein hálvan til ein heilan metur framman fyri KÍ-málið, har Putemkin smekkaði til, men Milic tveitti seg allan fyri skotið og fekk harvið bjargað.

KÍ svarar aftur

Í 39. minutti spældu Kristian og Kristoffur seg til ein framúr gott álop og málmøguleika, sum endaði við, at Kristoffur spældi Kristian púra leysan við Meinhardi, men nú var tað tørn hjá klaksvíkinginum í B36-málinum at gera eina super bjarging, tá ið hann gjørdi eina fótparadu út til hornaspark.

Hornasparkið endaði við enn einum málmøguleika til KÍ, men aftur var Meinhardt á blettinum og bjargaði á málstrikuni.

Eftir hetta svaraði B36 enn einaferð aftur í teimum seinastu minuttunum av fyrra hálvleiki.

Í 45. minutti fær Klæmint Matras gula kortið fyri hart spæl ímóti Kristiani og fyri at hann nakað fyrr í dystinum hevði felt Sigmund Jacobsen.

1-0    til KÍ í hálvleikinum.

Jøvn byrjan upp
á seinna hálvleik

Í 2. minutti av 2. hálvleiki fekk KÍ ein óvæntaðan málmøguleika, tá ið B36-verjan hevði eina sløsuta afturlegging. Skjóti Rodrigo kom ímillum, men Meinhardt var akkurát nóg skjótur út at takla og skjóta bóltin útaftur í spælið.

Nú var lív í spælinum, har B36 royndi at fáa mál, og tað gav teimum eisini ein málkjans í 5. minutti, men innleggið úr vinstru var óneyvt, og so fór KÍ ístaðin í mótálop, sum tó heldur einki úrslit gav.

Í 8. minutti varð Róaldur Jacobsen hjá B36 skiftur út fyri Svend F. Jacobsen, og í sama minutti vann B36 eitt fríspark  uttan fyri KÍ-brotsteigin, sum Santos skey hegnisliga, men Jákup jústaði sera væl út til hornaspark upp um yvirliggjaran.

Hornasparkið varð ruddað burtur av Ova.

Nú tóktist B36 at vera tað málsóknara liðið, og spælið gekk nú eisini meira fyri seg á KÍ-hálvuni, har gestirnir í 12. minutti aftur vunnu eitt hornaspark í vinstru álopssíðu, men aftur var Jákup Mikkelsen á rætta stað og ruddaði bóltin burtur.

Í 13. minutti fekk Jan Andreasen hjá KÍ gult kort fyri eina ov seina takling á miðlinjuni.

Tá ið eitt korter varð spælt av seinni hálvleiki var niðurstøðan, at seinni hálvleikur til tá ikki var serliga væl spældur, men at B36 hevði havt leikliga yvirtakið.

KÍ skorar til 2-0

Tað var tí ikki í tráð við leikligu gongdina, tá ið KÍ í 16. minutti skoraði til 2-0 eftir eitt skjótálop.

Tað var Kristoffur Jakobsen, sum átti uppspælið í hesum skjótálopinum fram ígjøgnum vinstru álopssíðu, haðani hann sendi innfyri til Rodrido, sum skoraði fram við Meinhardti til stóra frøi fyri heimaáskoðarar og leikarar.

Nú var fjáltur á B36-leikarunum eina løtu, og KÍ kundi havt skorað til 3-0 beint eftir 2-0 málið, men Meinhardt fekk blokerað skotinum frá brotsteigarmarkinum frá Kristoffuri.

Eftir hetta endurtók spælmynstrið seg, har KÍ legði seg nakað aftur á vøllin, meðan B36 royndi at trýsta.

Hetta var t.d. eitt skot útifrá í 21. minutti frá Santos, men Jákup loftaði veika skotinum.


B36 skorar til 1-2

Í 26. minutti vann B36 eitt fríspark á brotsteigarhorninum í vinstru, men enn einaferð vóru teir ov vánaligir til deyðbóltsstøðu, tí frísparksinnleggið frá Santos sigldi fram við bæði við- og mótleikarum.

Nú helt yvirvágin hjá B36 fram, meðan KÍ tóktist vera heldur aftarlaga á vøllinum, og tað endaði við einum B36-máli í 31. minutti, sum Klæmint Matras sendi í mál eftir klumpspæl í KÍ-brotsteiginum.

Harley royndi at forða fyri, men bólturin smeyg sær inn um málstrikuna dygst úti við stongina uttam møguleika hjá Jákupi at bjarga.

Í 32. minutti varð Kristian á Lakjuni skiftur út fyri Eli Simonsen á miðvøllinum.

Í 33. minutti vann KÍ eitt av sínum fáu hornaspørkum í vinstru álopssíðu, sum tó ikki gav nakað úrslit.

Í 36. minutti vann B36 enn eitt hornaspark, sum endaði við einum KÍ-mótálopi av Rodrigo og Kristoffuri, sum endaði við KÍ-hornasparki.

Spælið var ikki serliga flótandi í seinasta parti av dystinum, har KÍ tóktist savna kreftirnar um at halda B36 frá at skora aftur.

Í 42. minutti mátti Harley tveita seg fyri skotroynd frá Hagy beint við KÍ-málið, og eydnaðist honum at beina bóltin út til horna.

Í 43. minutti varð Álvur Christiansen skiftur inn fyri Kristoffur Jakobsen.

Dómarin legði 5 minuttir afturat vanligu leiktíðini, og hesa løtuna royndi B36 at trýsta tað seinasta fyri at javna.

Í 50. minutti varð Rodrigo skiftur út fyri Jógvan Isaksen, sum merkiliga nokk varð settur fram í álopið, men talan var nú bert um 1-2 minuttir, sum restaðu.

Løtu seinni bríkslaði dómarin dystin av, og frøin var stór á bæði KÍ-leikarum og áskoðarum.