Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ – EB/Streymur 2-5 (1-2): Enn eitt stórtap á heima-vølli – men frægari avrik

Norðlýsið ÍTROTTUR

Enn eitt stórtapi hjá KÍ – tað triðja á rað – so úrslitið var als ikki í lagi, men í mun til undanfarnu dystirnar vísti KÍ-ararnir hesaferð bæði vilja og evni til álopsfótbólt. Hinvegin vísti KÍ veikleikar í verjupartinum ímóti kviku gestunum.

Tá fyrri hálvleikur var av, vóru KÍ-áskoðararnir ikki so illa nøgdir, hóast KÍ var aftanfyri 1-2, tí samanumtikið høvdu KÍ-ararnir spælt betur enn EB/Streymur í fyrra hálvleiki.

Hendan góða gongdin fekk eitt álvarsamt skot fyri bógvin, tá Sorin Anghel longu í 2. minutti av seinna hálvleiki skoraði til 1-3 eftir at KÍ hevði forert EB/Streymi bóltin, og í veruleikanum kom KÍ ongantíð av álvara aftur inn í dystin.

Liðuppstillingin
Bæði Símun Joensen og Høgni Madsen vóru leikbannaðir hendan dystin og sótu tí millum áskoðararnar.

Liðið var mannað soleiðis frá byrjan:

Meinhardt Joensen í málinum, Jan Andreasen og Ovi Nysted í miðvrjuni, Harley Bertholdsen á vinstra bakki, Leon Bjartalíð á høgra bakki, Kristian á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen mitt á miðjuni, Álvur Christiansen høgri vongur, Heðin á Lakjuni vinstri vongur og Paul Clapson og Denni Conteh í álopinum.

Bonkurin: Mattias Samuelsen, Kaj Ennigarð, Gunnar Nielsen, John Hammer og Steffan Kalsø.

Í 12. minutti av seinna hálvleiki varð Gunnar Nielsen skiftur inn fyri Harley Bertholdsen og í 35. minutti av seinna hálvleiki varð John Hammer skiftur inn fyri Álvur Christiansen.

Mistak elvdi til
1-0 til EB/Streym

Dysturin byrjaði við báðum liðum nokkso vaknum, men eftir at Denni Conteh hevði havt eina skotroynd, var tað EB/Streymur, sum vóru naskir við einum innleggi út vinstru, sum endaði við horna, sum Meinhardt tók sær væl av.

Í 4. minutti hevði EB/Streymur ta bestu royndina, sum mong mundu síggja í málinum. Ronnie legði væl innfyri til Arnbjørn, sum skallaði heilt úti við samankomingina, men Meinhardt var sum ein køttur og jústaði út til horna.

KÍ royndi at svara aftur við nøkrum álopum, men innleggini úr vinstru lógu ikki nóg væl.

EB/Streymur tók síðan meir og meir yvir og legði trýst á KÍ, sum longu í 10. minutti gav úrslit.

Eitt innlegg úr vinstru endaði hjá Harley, sum tamdi aftur til Meinhardt, men temjingin var ov spøk, soleiðis at bólturin datt niður ímillum Harley og Meinhardt, samstundis sum evnaríki boksspælarin hjá EB/Stremi, Arnbjørn Hansen var vakin og smeyg sær ímillum Harley og Meinhardt og sendi í málið til 0-1.

KÍ svarar aftur
KÍ svaraði skjót aftur, við álopi, har bólturin varð sendur innfyri úr vinstru til Kristian á Lakjuni, men hann misti bóltin ov langt frá sær.

Beint eftir hetta hevði Denni Conteh eitt sera gott innlegg úr vinstru, har vandi veruliga var á ferð, men EB/Streymur fekk rudda burtur við at skalla útaftur.

KÍ helt á at trýsta, og í 15. minutti var tað Paul Clapson, sum úr høgru í brotsteiginum sendi innfyri, og bólturin mundi enda í málinum, tí hann fór dygst fram við handaru stongini og út til málspark.

EB/Streymur hevði beint eftir hetta eitt álop, sum endaði við, at Kristoffur blokeraði skotroynd hjá EB/Streymi.

Í 16. minutti vinnur Conteh fríspark í vinstru álopssíðu, haðani Kristoffur sendi innfyri, men Kristian er júst ov stuttur at røkka skallaranum.

KÍ vann stutt eftir hetta eitt gott fríspark uttan fyri brotsteigin, men skotið rakti í EB/Streymaleikara.

Í 22. minutti fekk Paul Clapson gula kortið fyri harða takling í høgru verjusíðu hjá KÍ.

Í 23. minutti vinnur KÍ fríspark í høgru síðu framman fyri miðstrikuna, sum Kristoffur tekur innfyri, har Ovi við aftaru stong skallar beint fram við málinum. Eitt dømi um styrkina hjá Ova í luftini.

Nú dovnaði dysturin nakað, tá hugsað verður um málmøguleikar. KÍ hevði tó framhaldandi yvirtakið og spældi seg fram til nakrar málmøguleikar.

Í 30. minutti hevði Kristoffur eitt gott innlegg úr vinstru til Paul Clapson, sum skallaði beint framvið.

KÍ bleiv við at trýsta. Teir høvdu nú ordiliga tikið yvir spælið og trýstið.
Denni Conteh vinnur fríspark í 32. minutti, sum Kristoffur sendi sera væl innfyri, og við fremru stong var tað Heðin á Lakjuni, sum skallaði í málið fram við aftraru stong.

Eitt sera gott mál 1-1.

Sera stokkut gleði
Men gleðin hjá heimaáskoðarum og leikarum gjørdist sera stokkut.

Málið var sum ein innspræning hjá EB/Streymi, sum raknaði viðaftur, og tað gav merkiliga skjótt úrslit, tí longu í 34. minutti fór Hanus Eliasen framvið nøkrum KÍ-leikarum, áðrenn hann sendi í málið fram við einum merkiliga óvirknum Meinhardti.

Eitt flott einmansavrik frá fuglfirðinginum, meðan Meinhardt var eitt sindur óhepnari í síni bjargingarroynd.

KÍ svaraði beinanvegin aftur, og enn einaferð kom eitt innlegg úr vinstru til Paul Clapson, sum skallaði beint framvið.

Nú bleiv dysturin aftur nokkso javnur og lutvíst rótutur, helst tí liðini ansaðu eyka væl eftir hvørjum øðrum nú í eina løtu.

Í 40. minutti spældi KÍ seg til eitt sera gott álop, har Álvur sendi til Paul, sum spældi víðari til Conteh, sum skeyt, men málmaðurin stórbjargaði.

KÍ spældi nú aftur væl saman í álopspartinum og lá framvið til at skora.

Tá dómarin bríkslaði fyri hálvleiki í dystinum, var kenslan í høvuðsheitum tann, at KÍ hendan hálvleikin hevði átt munin í spælinum samanumtikið, men har EB/Streymur hevði havt betri eydnu við málunum.

KÍ sløsutir í
verjupartinum

Samanumtikið vísti KÍ í fyrra hálvleiki betri spæl í álopspartinum enn í verjupartinum, har liðið til tíðir vísti veikleikar, sum eitt nú komu til sjóndar í sambandi við bæði málini hjá EB/Streymi, og júst hetta sama var atvoldin til tað triðja málið hjá EB/Streymi, sum kom beint eftir steðgin.

Meinhardt er óheppin longu í 2. minutti av 2. hálvleiki, tá eitt útspark frá honum endar hjá einum EB/Streymeleikara framman fyri miðstikuna, haðani bólturin verður spældur fram til Sorin Anghel, sum skjýtur væl í málið dygst úti við stongina uttan møguleikar fyri Meinhardt at bjarga.
3-1 og ein sera óheppin byrjan upp á 2. hálvleiki.

EB/Streymur var eisini byrjað munandi meira bragdliga enn KÍ upp á seinna hálvleik, og henda gongd helt fram eftir málið við onkrum málmøguleikum afturat til gestirnar.

KÍ svaraði tó aftur, og spældi seg til málmøguleikar, t.d. tá áleið 5 minuttir vóru farnir, tá Heðin hevði eitt gott skot, sum málmaðurin bjargaði sera væl.

Nú tóktist KÍ at taka meira yvir í spælinum eina løtu, men EB/Streymur hevði framvegis vandamikil skjótálop, sum vóru sera málsøkin.

Í 11. minutti broderar Kristian á Lakjuni og aðrir seg væl fram gjøgnum miðásina, men skotið hjá Kristiani er heldur langt úti frá og er skakuligt.

Útskifting gav ikki
ta ynsktu effektina

Í 12. minutti verður Gunnar Nielsen skiftur inn fyri Harley Bertholdsen. Gunnar kemur inn á plássið hjá Heðini á Lakjuni, sum flytir aftur á høgra bakkplássi hjá Harley.

EB/Streymur er nú munandi meira hvast í sínum spæli og avsluttingum. Í 16. minutti er eitt innlegg úr vinstru hjá EB/Streymi, hava teir eitt sera gott langskot, sum Meinhardt tó bjargar.

KÍ roynir nú at svara aftur, men tað gongst ikki heilt so væl. Útskiftingin av Harley og flytingin av Heðini aftur á bakkin tykist hava trekt eina tonn úr álopspartinum hjá KÍ í vinstru, haðani næstan øll álopini og innleggini hjá KÍ komu í fyrra hálvleiki.

Gunnar skuldi tó vísa seg seinni at fáa ein leiklut í uppspælinum til 2-3 málið, men samanumtikið funnu KÍ-leikararnir ikki eins væl hvønn annan eftir hesa broytingina sum áðrenn.

Dysturin er nú ikki eins málsøkin sum í fyrra hálvleiki. Onkur langskot eru tó. Eitt nú í 23. minutti, tá Símun Eliasen sendir eitt langskot við síðuna av málinum.

Conteh fekk mál
í trongari støðu
Í 26. minutti fekk KÍ mál burtur úr mest sum ongur, tá eitt einstakt álop gevur mál til 2-3.

Álvur  spælir Gunnar, sum uttan fyri brotsteigin fintar og spælir inn í brotsteigin til Paul Clapson, sum spælir upp á tvørs, sum skorar til 2-3. Væl avsluttað, tí har var sera lítið pláss hjá Conteh.

Í 30. minutti var Conteh arkitekturin aftan fyri kanska besta KÍ álopið í øllum dystinum, tá hann spældi 1-2 við m.a. Kristian á Lakjuni og síðan Paul Clapson, áðrenn hann skeyt, men málmaðurin hjá EB/Streymi bjargaði sera væl.

Samanumtikið tóktist Conteh í seinna hálvleiki at vera leikarin, sum mentist einamest, og hevði hann havt skorað til 3-3 upp á kjansin í 30. minutti, hevði dysturin óivað havt fingið eina aðra vend, enn hann fekk.

Conteh er framvegis ikki í tí venjingarstøðu, sum krevst, um KÍ skal fáa veruliga nyttu burtur úr hansara evnum. Hesum hevur drúgvi skaðin forðað fyri, men hesa løtuna í seinna hálvleiki sóu vit, at maðurin hevur sera góð evni. Tað var eisini hann, sum vann hornasparkið, tá KÍ í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1.

Spælið er nú rættiliga opið við álopsroyndum báðar vegir.

KÍ hevur eina góða skotroynd, tá Kristian á Lakjuni í 33. minutti hevur eitt langskot, men málmaðurin bjargar.

Sera kvik og vandamikil
skjótálop frá EB/Streymi
EB/Streymur svarar tó aftur við skjótum álopum, og í 35. minutti gevur stríðið úrslit, tá eitt langt innlegg úr vinstru síðu endar við flottum skallara frá Arnbjørn í KÍ-málið til 4-2.

Beint eftir hetta verður John Hammer skiftur inn fyri Álvur Christiansen.
EB/Streymur spældi nú góðan positiónsfótbólt við stuttum sendingum millum tekniskt góðu leikararnar, men KÍ er tó væl við, og í 38. minutti vinna teir horna eftir eitt gott skot frá Paul Clapson.

Samanumtikið hevur EB/Streymur verið betri enn KÍ í seinna hálvleiki, tí liðið hevur spælt kvikari og meira málsøkið, meðan KÍ misti tað takið, sum teir høvdu á gestunum í fyrra hálvleiki.

KÍ hevur tó í hesum hálvleikinum eisini havt onkrar skotroyndir, men hesar hava antin verið ov veikar, ella hevur málmaðurin hjá EB/Streymi verið ov góður fyri KÍ-leikararnar.

Í 41. minutti stríðir Kristoffur Jakobsen seg til eitt innlegg heilt frá baklinjuni hjá EB/Streymi í høgru, og hevði tá antin Clapson ella Conteh tá verið frammi við, so var mál, men har var eingin.

Ístaðin er tað EB/Streymur, sum fer í eitt sera skjótt skjótálop via kanska 3 leikarar, og mín sann um teir ikki aftur skora til støðuna 5-2, meðan KÍ-verjan tykist vera alt ov sløv.

Móti endanum av dystinum tóktist KÍ ikki óvæntað at hava mist mót og hug at stríðast fyri fleiri málum, tó at teir bardust heilt til tað síðsta.

Batar frameftir men
ikki í verjupartinum

Eftir vánaligu úrslitini ímóti AB og GÍ var væntandi, at venjarin fór at broyta liðið so ella so, og tað vísti liðuppstillingin eisini sunnudagin.

At broytingar vórðu gjørdar, var væl skiljandi, tí hann var noyddur at krevja nakað meira og betri frá sínum leikarum hendan dystin.

Tað eru tó helst fleiri meiningar um, hvørt hann valdi at seta røttu menninar á beinkin. Eitt nú sóu vit aftur sunnudagin, at KÍ vísti veikleikar í verjuparturin, og tí kann spurnartekin sjálvandi setast við, hvørt Kaj Ennigarð kanska skuldi havt fingið kjansin í verjuni, men nú fekk venjarin so í øllum førum roynt eina aðra samanseting, hóast hon, tá av tornaði, ikki royndist frægari enn ímóti GÍ og AB. Tó skal her havast í huga, at EB/Streymur hóast alt er eitt topplið, meðan tað sama ikki kann sigast um AB og GÍ, so kanska trýstið á KÍ-verjuna var størri hendan dystin enn í hinum báðu frammanundan.

Hinvegin kann positivt staðfestast, at KÍ í hesum dystinum kom við nýggjum og góðum bollum í álopspartinum. Fleiri góð álop, men neyvleikin og hepnið manglaðu hendan dystin.

Ein hepnari gongd í dystinum hevði helst kunnað givið KÍ antin ein javnleik ella enntá ein sigur, men ístaðin bleiv tað til enn eitt stórtap.

Vit vilja tó halda fast um, at KÍ hendan dystin fekk broytt upp á fleiri ting tann rætta vegin.

Úrslitini hetta umfarið:
KÍ – EB/S 2-5
B36 – AB 4-1
NSÍ – NSÍ 2-1
B71 – GÍ 2-3
VB/S – Skála 0-1

Støðan, nú 3 umfør resta:
NSI    54 stig
B36    52 stig
EB/S  45 stig
HB     42 stig
GI      32 stig
Skála 31 stig
KI      28 stig
B71   26 stig
AB     17 stig
VBS   11 stig