Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-HB 1-2 (1-0): Uppiborin men tepur HB-sigur við Djúpumýru

Norðlýsið ÍTROTTUR

Framman fyri 720 gjaldandi áskoðarum vann HB gamla klassikaran 2-1 á KÍ við Djúpumýru sunnudagin, har KÍ var væl við í fyrra hálvleiki, men síðan ikki orkaði at fylgja við HB, sum eftir steðgin tók yvir næstan alt spælið.

Tað var í sonnum dýrdarveðri, at leikararnir hjá KÍ og HB runnu inn á vøllin við Djúpumýru, har Magni Arge, frásøgumaður, byrjaði við einum minutti í tøgn.

HB-liðið varð manna við hesum leikarum frá byrjan:
Tróndur Vatnhamar, Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Ólavur í Ólavsstovu, Fróði Benjaminsen, Jákup á Borg, Andrew á Fløtum, Christian Høgni Jacobsen, Milan Kulic, Pól Thomas Dam og Hendrik Rubeksen.

KÍ-liðið frá byrjan:

Jákup Mikkelsen, Kristian á Lakjuni, Bjarni Jørgensen, Símun Joensen, Kristoffur Jakobsen, Milic Curcic, Eli Simonsen, Heðin á Lakjuni, Ovi Nysted, John Hammer og Anderson Ribeira.
Á bonkinum sótu Jósup Henriksen, Jan Andreasen, Álvur Christiansen og Steffan Kalsø.

Sostatt var KÍ-liðið frá byrjan uttan Harley Bertholdsen og Jan Andreasen vegna skaðar, og Rodrigo vegna  leikbann, sum hann hevði útvegað sær í yvirtíðini á Skála, tá ið hann fekk reyða kortið.

Áhugaverdasta broytingin av KÍ-liðnum frá byrjan mundi vera, at ungi Eli Simonsen byrjaði inni mitt á miðjuni.

Dysturin byrjaði rímiliga javnt, har liðini føldu hvønn annan á tonnunum, men eftir eina løtu tóktist HB tó tryggari á bóltinum, og teir vunnu eisini tað fyrsta hornasparkið í dystinum. Hetta var í 7. minutti.

Løtu seinni, í 11. minutti, vinnur Anderson fyrsta hornasparkið fyri KÍ í høgru síðu, og tað gav úrslit.
Eli Simonsen sendi bóltin væl innfyri, har Ovi Nysted var fyrstur á bóltinum við høvdinum uttarlaga í brotsteiginum, haðani hann skallaði beint ímóti málinum, og longur inni við málið stóð Símun Joensen og høgdi bóltin í mál til 1-0.

KÍ demmaði fyri fyrstu svarroyndini frá HB, og svaraði eisini aftur. Eitt nú hevði Símun Joensen eitt gott innlegg úr vinstru á høvdið hjá Heðini, sum skallaði beint við síðuna av málinum.

Nú var rættiligur spenningur og lív í dystinum, har bæði lið royndu seg frameftir eina løtu.

Í mun til aðrar dystir hjá KÍ frammanundan í ár vóru KÍ-ararnir munandi meira grammir eftir bóltinum, sum eisini var neyðugt, tí sum kunnugt er oddaliðið, sum vitjaði hendan dagin, eyðkent av góðum og kvikum spæli.

Í 20. minutti hevði HB ein sera stóran málmøguleika, sum teir broderaðu seg til gjøgnum vinstru álopssíðu, eftir at Anderson gleið í eini takkling, men Ovi fær bjargað tað eftirfylgjandi innleggið út til hornaspark, sum ikki gav nakað úrslit.

Í 22. minutti spældi KÍ seg aftur ein góðan málmøguleika, sum Heðin sendi móti málinum, men Tróndur Vatnhamar bjargaði, og hóast KÍ var frammanfyri, so tóktist HB ikki at megna at svara aftur.

KÍ hevði teir flestu málmøguleikarnar, eitt nú eftir fríspørk inn í HB-brotsteigin, meðan HB higartil í dystinum hevði havt bert tann eina veruliga málmøguleikan.

Í 23. minutti varð Bjarni Jørgensen skaddur av, at Ólavur í Ólavsstovu fór inn undir hann, meðan hann hekk í luftini, soleiðis at Bjarni datt skeivur niður á ryggin. Bjarni varð fluttur á sjúkrahúsið, men Ólavur slapp frá gula kortinum.

Løtu seinni, í 28. minutti, slapp Ólavur tó ikki undan ostaflísini, tá ið hann stemplaði Kristoffur Jakobsen í eini skotroynd á miðvøllinum.

HB-ararnir tóktust nú at vera frustreraðir, og spældu hart, eitt nú Fróði Benjaminsen, sum hesa løtuna ta einu ferðina tveitti seg í krovið á Eli Simonsen í harðari kropstakkling.

KÍ-leikararnir gjørdu eisini um seg kropsliga hesa løtuna, eitt nú Ovi Nysted, sum tað einu ferðina fekk øði í HB-áskoðararnar eftir ein harðligan luftdyst.

Í 37. minutti noyddist Kristoffur Jakobsen út av vøllinum í nakrar minuttir, eftir at hann var farni at bløða í nøsini eftir nærdyst við Milan Kulic.

Nú var KÍ ein mann færri enn HB, sum trýsti eina løtu, og í 39. minutti vunnu teir eitt fríspark einar fimm metrar uttan fyri KÍ-brotsteigin.

Kristoffur kom tó innaftur eftir fáar minuttir uttanfyri.

Í 42. minutti fekk Eli Simonsen, sum stóð at hava nr. 12 á dómaraseðlanum, men á blusuni hevði nr. 14, gula kortið frá dómaranum fyri eftirtakling á miðjum vølli.

Í 46. minutti rak og fintaði Kristian Høgni Jacobsen seg gjøgnum ein part av KÍ-verjuni og smekkaði síðan til frá brotsteigarmarkinum eitt hart og væl plaserað skot, men Jákup Mikkelsen vísti her, at tað ikki er tilvild, at hann er a-landsliðsmálmaður, við sera góðar bjarging út til hornaspark.

Eftirfylgjandi arbeiddi HB seg til 2 málmøguleikar afturat, men hvørjaferð var Jákup fyri teimum við góðum bjargingum.

Soleiðis endaði fyrri hálvleikur við eini 1-0 leiðslu til heimaliðið, KÍ, ímóti HB, sum bert teir seinastu 5-10 minuttirnar hevði trýst á KÍ-málið, har ein væl leikandi Jákup Mikkelsen saman við tøttum verjuspæli hevði forðað fyri HB-málum.

Í hálvleikinum gjørdi KÍ onga útskifting, meðan HB skifti Kára Nielsen inn fyri Ólav í Ólavsstovu og Rógva Poulsen inn fyri Hendrik Rubeksen.

Í 6. minutti fekk Andrew á Fløtum bóltin við brotsteigarhornið eftir eitt innkast í høgru álopssíðu, haðani hann skeyt ímóti málinum, men við síðuna av.

Í 9. minutti vann Eli Simonsen eitt fríspark við brotsteigarhornið í vinstru álopssíðu, hann skeyt frísparkið sjálvur, men uppum málið.

HB royndi eisini at trýsta, eitt nú við innleggum.

KÍ vinnur í 12. minutti eitt horna í vinstru síðu, sum endar við einum langskoti frá Anderson, men við síðuna av.

HB legði nú trýst á KÍ frammi við og í brotsteiginum, og hetta endaði við einari meistarligari, heilt ótrúligari, bjarging av Jákupi Mikkelsen eftir ein risa málmøguleika í 15. minutti.

HB helt á at trýsta, og í 17. minutti fekk Milic Curcic gula kortið fyri takkling aftanfrá ímóti Christian Høgna Jacobsen.

HB sat nú tungt á dystinum, men í 19. minutti fekk KÍ ein risamøguleika, tá ið Anderson fangaði eina avlevering í HB-verjuni, men skotið varð vánaligt, og Tróndur Vatnhamar bjargaði.

KÍ lá nú aftarlaga á vøllinunum, men í 21. minutti hevði Eli Simonsen eitt langskot við síðuna av málinum.

Í 22. minutti vann HB eitt horna í høgru álopssíðu, men eyðkennandi fyri HB fór eftirfylgjandi skotið frá Milan Kulic væl upp um KÍ-málið.

HB var nú støðugt ágangandi í sínum spæli, men neyvleikin tóktist at mangla í avgerandi løtunum, hóast uppspæl og innlegg vóru fleiri.

Í 29. minutti fintaði Christian Høgni Jacobsen seg lutvíst ígjøgnum KÍ-verjuna og skeyt, men beint við síðuna av.

KÍ-álopið eftir fær Heðin bóltin einsamallur við Fróða Benjaminsen uttan fyri brotsteigin, men Fróði fær steðgað honum, og eftirfylgjandi ger Heðin fríspark ímóti Fróða og fær gula kortið fyri hørðu taklingina.

Hjá HB fer tað mesta av álopsspælinum nú fram gjøgnum vinstru álopssíðu, har Jákup á Borg nú spælir.

Í 34. minutti varð Anderson Ribeira skiftur út við Steffan Kalsø.

Beint eftir hetta er Eli Simonsen sera óheppin at fáa bóltin á armin beint uttan fyri brotsteigarmarkið, frísparkið, sum Jákup á Borg? tók sær av, endaði á stongini, og fór næstan fram við málstrikuni, síðan bjargaði Símun Joensen á málstrikuni, áðrenn Andrew á Fløtum skoraði í trunkanum í KÍ-brotsteiginum til 1-1.

HB heldur fram at trýsta KÍ, sum nú tykist dúva burturav upp á mótálop, meðan HB-verjan t.d. nú stendur framman fyri miðlinjuna.

Hetta trýstið gav úrslit í 40. minutti, tá ið eitt HB-álop varð spælt inn gjøgnum KÍ-brotsteigin í vinstru álopssíðu, haðani bólturin varð spældur út frá baklinjuni hjá KÍ til Mortan úr Hørg, sum skoraði úr stuttari fjarstøðu.

Trýstið frá HB helt fram eftir 2-1 málið, men nú var ótolnið nátúrliga farið eitt sindur av HB-leikarunum, nú teir vóru frammanfyri.

Móti endanum kom KÍ longur fram á vøllin at royna at fáa tað útjavnandi málið.

Í 44. minutti kom Jósup Henriksen inn fyri Kristian á Lakjuni.

Í 45. minutti fekk HB aftur ein góðan málmøguleika eftir forarbeiði av Kristian Høgna Jacobsen, men skotið frá Milan Kulic fór við síðuna av málinum.

Samanumtikið:

HB vann uppiborið.
Teir vóru trilvandi í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ hevði fleiri málmøguleikar enn teir, men seinna hálvleikin áttu teir so at siga við rubb og stubb, og sigurin var tí í lagi.
KÍ fór í seinna heldur langt aftur á vøllin, soleiðis at HB-verjan í (langum) løtum stóð heilt frammi á miðlinjuni, meðan leikur gekk aftur og fram við KÍ-brotsteigarmarkið.
Kortini vóru HB-ararnir eisini hepnir, tá ið teir fingu tað fyrsta málið, at dómarin skuldi bríksla fyri frísparki tá, tí at bólturin kom rættiliga tilvildarliga á hondina hjá Eli, men avgerðin kundi tó kanska grundgevast við, at tað var líka so nógv hond á bólt, sum bóltur á hond, hóast vit hella til tað seinna.
Hetta málið gav teimum trúnna og áræði av álvara til at vinna dystin.

Besti leikarin á vøllinum:

Jákup Mikkelsen í KÍ-málinum, sum við nøkrum framúr bjargingum syrgdi fyri, at HB ikki fekk fleiri enn tey bæði málini.
Leikluturin hjá Jákupi fyri KÍ sunnudagin var ógvuliga átøkur leiklutinum hjá Jógvani Linklett nógv av teimum árunum, tá ið hann spældi fyri besta KÍ-liðið. Mangan stóð hann branddystir, har hann bjargaði nógvum málmøguleikum, men at enda fekk mótstøðuliðið eitt ella tvey mál allíkavæl og vann harvið dystin.

Býttasta hending í dystinum:
Tað var í seinna hálvleiki, tað allar seinastu løtuna av dystinum, tá ið KÍ royndi at trýsta fram á vøllin. Tá hendi tað, eftir at bólturin var farin út í vinstru álopssíðu hjá KÍ, nakað framman fyri miðlinjuna, at ein HB-áskoðari ikki vildi lata Símuni Joensen bóltin, men ístaðin fór at takast við hann um bóltin. Hetta førdi til, at Símun og hesin áskoðarin í HB-búna fóru í orðadrátt. Tað hevði verið eitt sindur stuttligt, um dómaranum var loyvt at geva áskoðarum eitt gult kort, tí tað hevði hesin kúllurin uppiborið. Til hansara verju skal sigast, at soleiðis er fótbóltur nú einaferð – ofta fer vitið út, meðan spenningurin er í hæddini, men tíbetur rennur avaftur eftir dystin.

Flottasta detaljan í dystinum:
Umframt ta einu, ótrúligu, bjargingini hjá Jákupi í seinna hálvleiki, so mundi tann flottasta detaljan í dystinum vera 1-1 málið hjá HB. Frísparkið, sum Jákup á Borg mundi skjóta frá brotsteigarmarkinum í vinstru álopssíðu, var sera væl tikið og brast í innaru síðu av handaru stong aftan fyri ein Jákup Mikkelsen í fullari longd, og fór síðan tætt fram við mállinjuni, áðrenn HB aftur royndi móti málinum, men tá var Símun Joensen fyri skotinum á sjálvari málstrikuni, men so støkk bólturin útaftur enn einaferð, nú til Andrew á Fløtum, sum skoraði í kassan við einum vinstrabeinsfluktara.

HB:
Hildu kósina við enn einum sigri, sum hesaferð mátti stríðast í hús. HB er besta liðið, sum KÍ higartil hevur møtt í ár, men teir hava ongan boksspælara, sum t.d. Rógva Jacobsen, og tí mugu teir aloftast spæla eftir jørð fyri at fáa mál, og tað kann taka tíð og nógva orku, áðrenn tað bragdar hjá teimum.

KÍ:
Fekk ikki úrslitaliga uppreisn í hesum dystinum og liggur tí framvegis niðast í Formuladeildini við ongum stigi, men hugburðsliga var talan um eina uppreisn, tí allir mans stríddust manniliga fyri sakini. Ikki minst teir ungu, sum fingu kjansin, kláraðu seg væl, men at enda var troyttleikin eyðsýndur hjá fleiri. Eitt sigandi dømi um tað var ímóti endanum, tá ið Kristian á Lakjuni mátti strekkja tjúkkarnar av krampa.