Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-NSÍ 1-1 (0-1): Liðini meira stríddust enn spældu seg til ein javnleik

Norðlýsið ÍTROTTUR

Mikukvøldið fingu KÍ og NSÍ eitt mál og eitt stig í einum dysti, sum samanumtikið var meira eyðkendur av nærdystum og takklingum heldur enn av flótandi spæli, sum samanumtikið var lítið av.

KÍ-liðið var eitt lítið sindur broytt síðan seinasta dyst.

Av tí at Kristian á Lakjuni fær viðgerð fyri ein skaða, var hann ikki við í hópinum hendan dystin, og fyri hann kom Símun Joensen inn á miðvøllin hjá KÍ. Símun hevur sjálvur havt trupulleikar við aðrari hælsinuni, men kundi nú aftur verða við.

Liðið var mannað soleiðis frá byrjan:

Jákup í málinum.
Curcic og Ovi í miðverjuni.
Sigmund á vinstra bakki.
Harley á høgra bakki.
Símun, Jan og Kristoffur mitt á miðvøllinum.
Heðin vinstri vongur.
John Hammer høgri vongur.
Rodrigo í álopinum.

KÍ byrjaði munandi betur enn NSÌ og hevði takið teir fyrstu nógvu minuttirnar.

Longu í 5. minutti rakti KÍ stongina. Hetta var eftir eitt hornaspark í vinstru álopssíðu, har Rodrigo og Kristoffur funnu væl saman og vunnu hornasparkið, sum varð sent innfyri, og við handaru stong tveitti Curcic seg fram og skallaði, men hann rakti á stongina og út.

Í 8. minutti hevði NSÍ sítt fyrsta skot á KÍ-málið, sum Øssur Dalbú stóð fyri.

KÍ var tó framvegis stýrandi í dystinum hesa løtuna, men hetta byrjaði nú at broytast.

Í 10. minutti hevði NSÍ sítt fyrsta ordiliga uppbygda álopið, sum endaði við, at Hjalgrím sendi innfyri úr vinstru álopssíðu til Øssur, sum royndi móti málinum, men við síðuna av.

Í 14. minutti hevði Jan eina skotroynd ímóti NSÍ-málinum frá brotsteigarmarkinum, men skotið var ikki hart og rakti mitt á, so Tórður loftaði lættliga, og tað sama hendi í hinum endanum í 18. minutti, tá ið NSÍ fyri fyrstu ferð í dystinum kláraði at fasthalda eitt álopstrýst eina góða løtu, sum endaði við einum skotið mitt á Jákup, sum loftaði uttan trupulleikar.

Nú tók NSÍ alt meira yvir spælið, og tað gav úrslit í 21. minutti, tá ið KÍ júst skuldi fara fram í álop, har Harley tamdi bóltin í høgru verjusíðu, men Hjalgrím hevði sníkt seg fram á hann og fekk tikið bóltin frá honum við nógvari ferð og sett beina leið móti KÍ-málinum, soleiðis at hann var ringur at fáa aftur. Ovi tveitti seg at takkla hann, men Hjalgrím fintaði seg leysan, og sendi síðan innfyri til høgru til Øssur, sum skoraði úr heilt stuttari fjarstøðu til 1-0 til NSÍ.

Hetta var ikki í tráð við leikgongdina higartil, men seinastu løtuna og víðari næstu løtuna var hetta heilt øðrvísi, tí nú domineraði NSÌ dystinum.

Í 28. minutti skeyt Øssur Dalbú á mál, men Jákup bjargaði.

Í 29. minutti hevði KÍ eitt av sínum fáu álopum hesa løtuna, sum endaði við, at Harley vann eitt fríspark, tá ið eitt innlegg frá honum rakti hondina á NSÍ-leikara við brotsteigarmarkið í høgru álopssíðu.
Heðin skeyt frísparkið eftir jørð, men Tórður bjargaði skotinum.

Í 32. minutti sóust frustratiónir á KÍ-liðnum, og Jan fekk tað fyrsta gula kortið í dystinum. Hetta var fyri ein harða takkling, har hann kom at fella ein mótstøðuleikara.

Sum tað leið móti hálvleikinum, dovnaði spælið alt meira, og tilvildin tóktist ráða, har menn stríddust nógv, og samstundis mistu liðini ofta bóltin og komu sjáldan langa leið í álop.

Í 39. minutti fekk Sigmund gula kortið fyri hart spæl.

Í 43. minutti fór NSÍ í eitt skjótálop, har Øssur fekk ein rennibólt næstan frá miðlinjuni, men hann varð trýstur av Ova og Curcic, so skotið varð heldur vánaligt, og Jákup bjargaði.

So var hálvleikur, og 1-0 til NSÍ.

KÍ royndi at byrja seinna hálvleik líka væl sum fyrra, men tað eydnast tó ikki eins væl hesaferð.

Í 48. minutti hevði Nenad eina skotroynd, sum fór við síðuna av málinum.

Í 52. minutti hevði Hjalgrím eina skotroynd frá brotsteigarmarkinum til vinstru, sum fór skrúvandi tætt fram við handaru stong.

Í 59. minutti fekk tann triði KÍ-spælarin, John Hammer, gula kortið.

Rodrigo var nú blivin rættiliga frustreraður, tí NSÍ-leikararnir ansaðu eyka væl eftir, og støðugt vóru minst 2 eftir honum, tá ið hann kom í nánd av bóltinum, og í 60. minutti kom hendan frustratiónin til sjóndar, tá ið hann var sjónliga irriteraður og misti bóltin, og gjørdi einki fyri at vinna hann aftur. NSÍ-ararnir struku avstað í álop, men Símun Joensen og aðrir bláir stríðsmenn kempaðu aftur í verjuna og syrgdu fyri at órógva teir somikið, at skotroyndin fór upp um málið.

Í 63. minutti fór NSÍ í skjótálop, sum endaði hjá Øssuri Dalbú, sum vann eitt fríspark eftir nærdyst við Ova, sum fekk gula kortið fyri tilburðin.

KÍ vísti, serliga í seinna hálvleiki, ógvuliga lítið, men teir góvust onga løtu at stríðast, og í glottum bíta teir frá sær.

Í 66. minutti hevði Rodrigo eina skotroynd, sum rakti beint á málmannin, og løtu seinni, í 72. minutti, gjørdi Bogi Løkin tað sama fyri NSÍ.

Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin byrjaði KÍ at bíta frá sær aftur, har liðið serliga í vinstru álopssíðu arbeiddi seg fram til nøkur hornaspørk og eisini onkur einstøk fríspørk. Eitt nú vann Kristoffur hornaspørk í vinstru síðu í 73., 75. og í 85. minutti.

Meðan KÍ hevði hetta lutvísa yvirtakið, skifti NSÍ-venjarin ein av sínum mest royndu leikarum á miðvøllinum út, tá ið Sjúrður Jacobsen í 76. minutti varð skiftur út fyri Pól J. Justinussen.

Í 77. minutti legði KÍ enn einaferð trýst á í vinstra borði, og hesaferð var tað Rodrigo, sum fór til stroks við bóltinum, og hetta góða einmansavrikið endaði við, at NSÍ-leikari var so óheppin at raka mannin heldur enn bóltin beint uttan fyri brotsteigarmarkið eitt vet til vinstru.

Hetta frísparkið var ein stórur málmøguleiki fyri KÍ, sum hesaferð valdi at seta umleið 3 av sínum egnu spælarum upp í manngarðin hjá NSÍ, soleiðis at útsýnið hjá Tórði í málinum var sera avmarkað.
Rodrigo skeyt eitt væl plaserað skot dygst úti við handaru stong í mál, og so hevði KÍ javnað til 1-1 til stóra gleði fyri heimaáskoðarar og spælarar.

NSÍ vaknaði nú aftur til álopsspæl, og í 81. minutti endaði eitt álop við, at verjuleikarin Einar skeyt upp um KÍ-málið.

Í 84. minutti varð Símun Joensen, sum fyri fyrstu ferð hevði verið við á KÍ-liðnum eftir ein skaða, skiftur út, og Eli Simonsen varð settur inn á miðvøllin í hansara stað.

NSÍ royndi nú at bíta frá sær, og teir komu eisini til onkrar kjansir og vinna eisini okkurt hornaspark hesa løtuna.

Í 88. minutti ger NSÍ-venjarin eina dupulta útskifting, har tveir av teimum kviku monnunum, Jonhard Frederiksber og Hjalgrím Elttør vórðu skiftir út fyri ávíkavist Andy Olsen og Filip Jacobsen.

Eftir hetta fær NSÍ ein málmøguleika í 89. minutti eftir innlegg úr høgru, men uttan úrslit, og seinasti málkjansurin fall til málskjúttan, Øssur Dalbú, í 93. minutti, men skoti hjá honum fór upp um málið hjá Jákupi.

So var tíðin farin, og liðini fingu eitt mál og eitt stig í part, sum heimaliðið mundi vera nakað frægari nøgt við enn gestirnir, av tí at teir høvdu verið aftanfyri rímiliga leingi, men høvdu javnað stutt áðrenn dystarlok.

Samanumtikið ein rættiliga rótutur dystur, sum var meira eyðkendur av nærdystum og takklingum heldur enn av flótandi spæli, sum samanumtikið var lítið av.