Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formuladeildin: KÍ-NSÍ sunnudagin: Síðsti heimadystur verður sunnudagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin koma verandi føroyameistarar á vitjan hjá KÍ. Hetta er seinasti Formuladystur í Klaksvík í ár.

Síðsta ár var hesin dysturin millum KÍ og NSÍ eitt satt fýrverk av einum dysti, tí júst hendan dystin varð NSÍ heiðrað sum føroyameistari 2007.

Roknast kann sjálvandi ikki við tí sama dáminum hesaferð, men tó er givið, at hesi bæði liðini, sum onkursvegna kappast um fótbóltstindin í norðara enda av landinum, ofta spæla góðar dystir, og har áskoðararnir eisini ofta eru væl við.


Niðurflytingin
lúrir framvegis

Hóast fleiri KÍ-viðhaldsfólk kanska ikki hugsa so nógv um tað, so er tað framvegis ein veruleiki, at KÍ ikki er sloppið undan niðurflytingarvandanum.

Stigamunurin millum KÍ og B71 er 5 stig, sum ljóðar av rímiliga nógvum, men so má havast í huga, at um so verður, at KÍ tapir fyri NSÍ sunnudagin, sum sjálvandi er væl møguligt, tí NSÍ er eitt sera sterkt lið, samstundis sum B71 vinnur sín dyst, so verða aftur bara 2 stig á muni millum liðini bæði, og síðsta umfar verður tá aftur ein gysar fyri KÍ, sum felagið als ikki skal ynskja sær, tí heldur ikki dysturin í síðsta umfari er nakar lættisoppi.

KÍ skal nevniliga í síðsta umfari til Gøtu at spæla ímóti Víkingi, sum vit higartil í ár hava havt strævnar royndir av.

Samstundis skal B71 í síðsta umfari til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF, sum eisini er í vanda fyri niðurflyting, um teir ikki vinna dystin í hesum næst seinasta umfarinum.

Stóran tørv á
uppbakking

Eingin ivi er tí um, at KÍ til hendan seinasta heimadystin hevur alstóran tørv á dyggar uppbakking frá áskoðarunum, og bæði leiðsla, leikarar og venjarar vóna tí, at norðoyingar geva liðnum sín seinasta sterka stuðul í ár við at møta upp á Injector Arena sunnudagin klokkan 15:00.

Tað var sjón fyri søgn í dystinum móti B71, at tann framúr góða uppbakkingin, sum liðið fekk í tí dystinum, gjørdi, at leikararnir orkaðu, vildu og stríddust nøkur prosent meira enn annars, og tað gav eisini at enda úrslit, tá ið Jan Andreasen seint í dystinum skallaði sigursmálið.

BLÁA BYLGJAN hevur síðan stovnan verið rættiliga røsk at dýkja á og stuðla KÍ, og nú sunnudagin verður seinasti møguleikin fyri hesum á heimavølli, tá ið KÍ og NSÍ bresta saman.