KÍ verður ikki heilt fullmannað ímóti VB/Sumba sunnudagin. DenniConteh er ikki komin yvir skaðan í fótliðnum, og nú hevur Harley Bertholdsen fingið trupulleikar við hælsinuni.
Í dystinum ímóti GÍ tann 12. august vann KÍ 1-0 við máli av tí tá nýkomna leikaranum Denni Conteh, ið sostatt var matchwinnari fyri KÍ tann dystin.
Men tann dystin var hann eisini óheppin, tí hann fekk ein snudd í annan fótliðin, og framvegis hevur hann trupulleikar av hesum.
Denni er nú farin niður til Danmarkar til viðgerðar, og so vóna tey í KÍ, at hann verður klárur til næsta dystin, sum verður tann 16. september á Argjum ímóti AB.
Nú frættist úr KÍ-leguni, at Harley Bertholdsen er ivasamur til heimadystin sunnudagin, tá KÍ tekur ímóti botnliðnum VB/Sumba.
Harley, sum sjálvur er hálvur vágbingur, hevur sum skilst ein skaða í hælsinuni, ið plágar hann somikið nógv, at hann møguliga ikki verður við hendan dystin.
Harley hevur annars verið millum teir mest stabilu leikararnar hjá KÍ í ár. Í skoðsmálsyvirlitinum hjá Norðlýsinum stendur hann skrásettur fyri at hava verið við allar teir dystirnar.
So um hann ikki hevur mist nakran annan dyst, sum vit møguliga ikki hava við í yvirlitinum, so verður hetta tann fyrsti í ár, har Harley ikki verður við.
Júst stabilitetur er ein av orsøkunum til, at Harley liggur so væl fyri í kappingini um at gerast ársins leikari.
KÍ – VB/Sumba sunnudagin kl. 15:00 við Djúpumýru.
KOYR Á KÍ !!!




