Tað verður ein sera torførur dystur hjá KÍ sunnudagin at spæla ímóti toppliðnum NSÍ í Runavík, men í besta føri kann KÍ flyta eitt pláss longur upp á stigatalvuni.
Sigurin á AB mikukvøldið var ómetaliga umráðandi fyri KÍ, men framvegis mugu allir mans savna seg 110% um uppgávuna, tí tað er sera stutt og skjótt at detta niðuraftur á stigatalvuni.
Tað er, sum ein skilamaður segði tað í vikuni, at KÍ er ikki longur frá niðurflytingarstrikuni enn ein ósigur og ein javnleik, um AB samstundis vinnur 2 dystir.
So her má framvegis kempast um hvønn bólt, soleiðis sum gjørt var – bæði ímóti Hammarby IF í Intertoto kappingini og ímóti AB í Formuladeildini.
Hinvegin er tað nú styttri uppeftir til næsta lið, sum er B71, enn tað er niður til AB, og tað er ein hugalig broyting til tað betra.
Bert 3 stig eru nú upp til B71, so um tað skuldi hent, at KÍ vinnur, samstundis sum B71 tapir, so fer KÍ akkurát upp um sandoyingar á stigatalvuni við sama stigatali men betri málmuni.
Í løtuni er støðan á stigatalvuni hendan:
(Í hesi talvuni hevur B36 ikki fingið +2 stig, og Skála hevur ikki fingið –1 stig fyri skrivstovudystin, sum í løtuni verður viðgjørdur – Skála hevur kært avgerðina hjá aganevndini í FSF, og bíðað verður nú eftir endaliga dóminum frá fótbóltsmyndugleikanum.)
Formuladeildin – stigatalvan:
Nr. Felag Dy. Mál. Stig
01) B36 16 +18 34
02) NSÍ 15 +12 32
03) EB/S 15 +09 29
04) HB 16 +08 24
05) GÍ 15 –07 22
06) SKÁ 15 –05 20
07) B71 15 –02 18
08) KÍ 15 0 15
09) AB 15 –11 10
10) VB/S 15 –22 09
Dystirnir komandi vikuskifti (16 umfar) eru hesir:
0807 NSÍ – KÍ
2706 HB – B36 0-2 (framskundaður)
0807 EB/Streymur – B71
0807 AB – Skála
0807 GÍ – VB/Sumba




