Ovi Nysted váttaði fyri Norðlýsinum mánadagin, at hann er steðgaður sum leikari hjá B36, og at hann í løtuni bíðar eftir at fáa spæliloyvi frá Havnarfelagnum.
– Tað er av persónligum orsøkum, at eg havi boðað Kurt [Mørkøre, B36-venjara] frá, at eg ikki haldi fram, og hann skilur mína støðu, upplýsir Ovi, sum tó einki kann siga um, hvørt hann verður at síggja á KÍ-liðnum fyri tað fyrsta.
– Eg havi biðið um at fáa spæliloyvið frá B36, og í løtuni bíði eg eftir tí, sigur Ovi.




