Sunnudagin fær KÍ sín higartil torførasta dyst, tá teir fara suður í smørholið, har teir í Gundadal skulu berjast við sjálvt oddaliðið í Formuladeildini, B36 ella FC Tórshavn, sum teir eita á nýggja búmerkinum.
KÍ hevur nú vunnið 4 av sínum seinastu 5 dystum í Formuladeildini, og formkurvan hjá B36 er eisini sera góð, tí eins og KÍ hava teir í seinastuni vunnið fleiri teprar, men tó tryggar, sigrar, har ein tøtt verja tykist vera tryggasti skansin hjá teimum.
Tað verður tí ein ordans avbjóðing hjá KÍ’arunum, men kenna vit teir rætt, so fara teir treystliga undir uppgávuna.
Kurt móti
Klakstein
Uppgerðin millum hesi bæði liðini hevur sjálvandi fleiri ymiskar vinklar. Ein áhugaverd síða av hesum dysti er venjarasíðan.
B36 hevur nevniliga eitt venjarapar, sum er 100% made in Klaksvík, nevniliga bakarin og fyrrverandi stórskjúttin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, og Dánjal Jákup Joensen, sum var hjálparvenjari hjá KÍ, tá felagið seinast vann føroyameistaraheitið.
So er spurningurin, um venjaraparið hjá KÍ, Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen, hevur onkran leik í ermuni, sum fer at geva havnarliðnum líka nógvar trupulleikar sum seinast, tá liðini hittust í Klaksvík.
KOYR Á KÍ !!!




