Um ein skal trúgva atkvøðugreiðsluni á heimasíðuni hjá Víkingi, so er heimaliðið í Sarpugerði favorittur at vinna dystin ímóti KÍ fríggjakvøldið.
Fríggjakvøldið kl. 19 fara Formulaliðini hjá Víkingi og KÍ inn á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu at gera av, hvat av teimum skal ota seg uppeftir á stigatalvuni, og hvat skal detta eitt sindur longur niður ímóti botninum.
Í løtuni liggja hesi bæði liðini jøvn við 8 stigum í part, har Víkingur hevur eitt sindur betri málmun og tí er nr. 6, meðan KÍ er nr. 7.
Stigatalvan sær soleiðis út áðrenn umfarið, sum verður hetta vikuskiftið:
Støðan Formuladeildin:
01 EBS 17 stig
02 HB 15 stig
03 B36 10 stig
04 ÍF 10 stig
05 NSÍ 10 stig
06 VÌK 8 stig
07 KÍ 8 stig
08 B68 8 stig
09 SKÁ 5 stig
10 B71 4 stig
Á tí snøggu heimasíðuni hjá Víkingi er m.a. ein atkvøðugreiðsla, sum tey nevna “pulsurin”, har gestirnir fáa høvi til greiða atkvøðu um eitt og annað.
Í skrivandi løtu fer fram ein atkvøðugreiðsla um, hvør vinnu dystin Víkingur-KÍ, og meðan hesar reglur verða skrivaðar er úrslitið av atkvøðugreiðsluni hetta:
13% vænta, at KÍ vinnur við einum máli
09% vænta, at KÍ vinnur við tveimum ella fleiri málum
27% vænta javnleik
33% vænta, at Víkingur vinnur við einum máli
18% vænta, at Víkingur vinnur við tveimum ella fleiri málum
Sostatt væntar helmingurin av teimum, sum hava atkvøtt, ein sigur til Víking, meðan ein lítil fjórðingur væntar, at KÍ vinnur.
Tann síðsti fjórðingurin roknar við javnleiki.
Dysturin byrjar kl. 19 fríggjakvøldið.




