Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fornfrøðifund í spenningsfilms stíli

John William Joensen

Eins og var tað tikið úr einum Indiana Jones ella Lara Croft filmi, hava fornfrøðingar við spenningi funnið eitt kongaligt gravkamar fylt við dýrgripum djúpt inni í frumskóginum í Guatemala.

Spenningurin stóðst av, at fornfrøðingarnir vóru varugir við, at gravránsmenn eisini vóru í umráðinum og ótarnaðir um náttina leitaðu eftir gravkamarinum inni í teimum mongu loynigongdunum.
Politikken.dk veit at siga, at gravránsmennirnir oftani gera um seg í Maya økinum. Fongir teirra enda javnan á søvnum ella hjá privatpersónum.
Hesaferð eydnaðist tað tó fornfrøðingunum, at finna garavkamarið, ið liggur undir einum av teimum vælkendu Maya pyramidunum. Í gravkamarinum funnu teir ein gamlan kong, ið fyrr ráddi yvir einum aldargomlum býi, ið nú er oyðilagdur. Mett verður, at hesin kongurin var grundleggjarin av einum ríkið í ráddi frá Guatumala og upp til Meksiko.
Millum lutirnar í kamarinum, ið mettir at vera meir enn 1500 ára gamlir, var eitt jade príði og ein jaguar pelsur.

Harleyfacadeacryl