“Fyrr skuldi tú brúka mátiband og tummastokk. Nú er alt digitalt,” sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur og savnsvørur. Hann er henda mikudagin, 1. juni, komin til Klaksvíkar saman við øðrum umboðum fyri Søvn Landsins og Savnsgull. Nú sita teir inni í bakaríðnum hjá Jórun og greiða teimum vitjandi frá um teirra arbeiði. – Og teir hava nógv spennandi at siga frá.
Helgi trýstir á fartelefonina og fær fram eina mynd av eini húsatoft í Koltri. Myndina býtur hann sundur í tvær myndir og leggur so telefonina í naka sum líkist mest einum svimjibrillum. Og tá tú setur hetta fyri eyguni, fært tú eina kenslu av, at tú stendur mitt í toftini og sært hvørja steinpirru sum liggur har. Og dragar tú so høvdinum, flytur myndin seg við.
Onkrastaðni á myndini standa tøl, har til ber at fáa upplýsingar um júst hetta staðið.
“Á hesum økinum eru vit komin longri enn tey eru í okkara grannalondum,” greiðir Helgi frá. Hann hevur millum annað verið í Italia og útbúgvið seg til at fáast við henda teknikkin.
Kunnu eisini ganga gjøgnum tíðina
Tað er ikki bara í verandi húsatoftum, at vit kunnu flyta okkum við hesum myndunum.
“Vit kunnu eisini flyta okkum í tíð,” sigur Helgi.
“Tá grivið verður í eini toft ber til at taka myndir so hvørt, so tú kanst “ganga ígjøgnum tíðina” meðan útgrevsturin fer fram,” sigur hann.
Lendismátingarnar verða gjørdar við dronu og GPS-tøkni. Tað tekur umleið 10 minuttir at staðseta fleiri milliónir punkt.
(Um tú hevur hug at roynt hetta við tíni egnu teldu, kanst tú trýsta her og velja eina mynd. Síðani kanst tú flyta teg runt við teldumúsini).




