Stóra fiskivinnustevnan í tjøldunum á niðara vølli í Gundadali, Fish Expo Faroes, fór av bakkastokki í gjár.
Føroya Banki er við á stevnuni við stórfingnum bási, sum fær bestu viðmæli frá luttakarunum.
Básurin er í fyrsta tjaldinum, har tey vitjandi koma á gátt. Starvsfólk hjá Føroya Banka taka ímóti á básinum, og ráðgevar bankans hava fundir við viðskiftafólk í fundarhølunum, sum eru partur av básinum.
Millum 50 og 60 fyritøkur úr Føroyum og grannalondunum eru við á Fish Expo Faroes. Endamálið við stevnuni er at knýta sambond millum luttakandi fyritøkurnar, og endamálið hjá Føroya Banka við luttøkuni er at bjóða fram bankans mongu tænastur.
Føroya Banki og Sendistovan hava í felag framleitt snotiliga básin á Fish Expo Faroes. Hann ímyndar virðir bankans, dugnasemi, eldhuga og framsøkni.




