Bankin hevur mist 17 mió kr. í kurstap uppá virðisbrøv fyrsta ársfjóðring í 2008, stendur m.a. at lesa í tíðindaskrivið frá Føroya Banka. Úrslit bankans er mundandi verri fyrsta ársfjóðring í ár enn sama tíðarskeið í fjør.
Áðrenn virðisjavnan, inntøkur frá dótturfeløgum og burturleggingar hevði Føroya Banki fyrsta ársfjórðing í 2008 góðar 39 mió. kr. í avlopi fyri skatt. Hetta var betri enn fyrsta ársfjórðing í 2007, tá úrslitið var 31 mió. kr.
Men eftir virðisjavnan, inntøkur frá dótturfeløgum og burturleggingar var úrslitið fyri skatt 15 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í 2008 samanborið við 54 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Minkingin stóðst í høvuðsheitum av, at virðisjavnanin av bankans virðisbrævagoymslu gav eitt kurstap á 17 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 13 mió. kr. í kursvinningi sama tíðarskeið í fjør. Kurstapið hjá bankanum samsvarar við fallið í partabrævavísitalinum á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn.
Bankin hevur sostatt betri grundrakstur, men samanlagda úrslitið er lakari enn í fjør, tí órógvin á altjóða fíggjarmarknaðinum hevur fingið partabrævakursirnar at falla og tí elvt til kurstap.
Ein onnur orsøk til, at samanlagda úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár er lakari enn í fjør er, at P/F Trygd hevði hall. Fyrsta ársfjórðing í fjør vóru inntøkurnar frá bankans dótturfeløgum 5 mió. kr. samanborið við eitt hall á 4 mió. kr. fyrsta ársfjórðing 2008, serliga orsakað av laka úrslitinum hjá Trygd. Hallið hjá Trygd komst av, at felagið hevur fingið óvanliga nógvar skaðafráboðanir í vetur orsakað av ringum veðri.
Eftir skatt var úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing í ár 12 mió. kr. samanborið við 44 mió. kr. sama tíðarskeið í 2007.
“Tað er nøktandi, at framgongd er í bankans rakstri. Bankin hevur stórt gjaldføri, og ein partur er settur í virðisbrøv. Fyrsta ársfjórðing eru kursirnir tíverri falnir, men tann grundleggjandi raksturin er í sunnari menning,” sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Netto rentu- og tænastuinntøkurnar hækkaðu úr 79 mió. kr. fyrsta ársjórðing í fjør upp í 89 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting øktust eitt vet, úr 45 mió. fyrsta árfjórðing í fjør upp í 48 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.
Útlánsvøkstur minkar
Eginpeningurin hjá Føroya Banka er nú 1.355 mió. kr. Fíggjarjavnin er 9,6 mia. kr. Útlánini vuksu 75 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í 2008 og eru nú 7,5 mia. kr. Innlánini eru 5,4 mia. kr.
Útlánsvøksturin er minkaður orsakað av minkandi búskaparvøkstri og íløgum, og tí rentuhækkingar hava havt við sær minni eftirspurning eftir lánum.
Gjaldførið hjá Føroya Banka er framvegis avbera gott. Fyrsta ársfjórðing í 2008 var gjaldførið 95,2 prosent yvir lógarkravið. Solvensurin hjá bankanum var 31. mars í ár 18,2 prosent. Minsta lógarkravið er 8 prosent.
Væntað ársúrslit
Føroya Banki heldur fast við sína forsøgn um, at endaliga úrslitið áðrenn virðisjavnan og skatt verður millum 165 og 185 mió. kr. í 2008.
Sunnur búskapur
Føroya Banki væntar, at føroyski búskaparvøksturin verður um 5 prosent í 2008. Arbeiðsloysið er framvegis metlágt, men vøksturin er ikki so stórur nú, sum hann hevur verið, tí arbeiðsmegi vantar.
Bankin tekur undir við metingini hjá altjóða metingarstovninum Moody’s, sum fyrr í ár segði, at føroyski búskapurin grundleggjandi er sunnur. Moody’s gav føroyska búskapinum metingina Aa2.
Metingin hjá Moody’s vísir, at Føroyar eru væl fyri búskaparliga, og at føroysku bankarnir virka í einum sunnum búskaparligum umhvørvi.




