Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki Festivalur

Johan Mortensen

Magnus Heinason er á Føroya Banka og tað ljóðar at hann hevur fingið góðan og stóran tosk og hýsu.

Hetta eru góð tíðindi og í seinnapart av komandi viku fara matstovurnar BARBARBA, HÚSAGARDUR og HALLARTÚN  allar at hava Føroya Banka á matarskránni.
 
Fiskurin av Føroya Banka er millum heimsins bestu rávørur og hesuferð er avgjørt at fleiri av okkara bestu matstovum fáa part av veiðuni so at so nógvir føroyingar sum tilber kunnu royna ogn allra føroyinga. Spennandi verður eisini hvussu okkara dugnaligu kokkar hvør í sinum lagi fara at arbeiða við toskinum.
 
Samskiparin Johan Mortensen vónar at til heystar tá vit vónandi hava lata Føroyar uppaftur og vit aftur hava ferðafólk at Føroya Banka tiltøkinu kunnu menna seg til ein veruligan maritiman matfestival, áhugin uttanlanda fyri Føroya Banka er sera stórur. Føroya Bank hevur eitt ómetaligt stórt virði sum brand bæði fyri okkara fiski og matstovuvinnu, hann er føroya “jurassic park”.

Harleyfacadeacryl