Her í húsinum hevur áhugin fyri hvussu gongst stjørnuni verið serliga stórur, segði deildarleiðarin Hanus Heinesen í Føroya Banka í samband við undirskrivingina.
Í stuttari viðmerking til samstarvsavtaluna við Føroya Banka og Trygd, segði Kristoffer Ragnarsson, at avtalan hevur stóran týdning fyri Stjørnuna og nú vit hava undirskrivað eina tvey ára samstarvsavtalu, vóna vit at avtalan fer at vera longd um tvey ár.
Hanus Heinesen stjóri í Føroya banka kundi í sínum innleggi ikki lata vera við at nevna Pól Mikkelsen, sum ofta er nevndur Pól í Bankanum, men helt Hanus, at hann eins væl kundi verið nevndur Pól í Stjørnuni, so knáður hann hevur roynst hondbóltinum í Klaksvík.
Andrass Arge frá Trygd ynskti eisini Stjørnuni tillukku og nevndi, at ein av orsøkunum til at TRYGD var við í hesi samstarvsavtaluni var, at Tryggingarfelagið Trygd var so væl móttikið í Norðoyggjum.




