Deildin hjá Føroya Banka í Klaksvík er í dag blivin tvey starvsfólk fátakari.
Fíggjarkreppan rakar okkum helst meinari enn vit hava havt fatan av.
Í hvussu so er eru ábendingar um at Føroya Banki er í fer við at steingja sítt virksemi í Norðoyggjum. Fyri umleið einum ári síðani var stjórin, Janus Petersen í Klaksvík við eini forvitnisligari framløgu um útbygging á Fornagørðum.
Tá kunngjørdi hann, at vit her kundu vænta ein banka sum ikki var tað, vit kendu í gjár, men at vit fóru at síggja naka heilt nýtt.
Tað nýggja vit hava sæð higartil í Føroya Banka er, at deildarleiðarin vit hvøvdu, er settur í starv í havn og nú ídag eru tvey fólk afturat søgd úr starvi.
"Onki er sum í gjár", segði Janus Petersen. Men á fornagørðum er alt við tað gamla – minus tvey ella trý størv og tað at tú kanst ikki beinleiðis ringja til tína deild í Klaksvík, nei, ring 330330 og tú fært sum oftast at vita at hann tú vilt hitta á deildini í Klaksvík antin er upptikin í telefon, er ikki til arbeiðis ídag ella er á fundi. Fært tú samand við Føroya Banka í Klaksvík í telefonini, so ert tú heppin.
Tað seinasta smarta er, at telefondaman á 330330 spyr tú hevur fyri neyðini at fáa fatur á tínum "ráðgeva" um hon ikki er líka góð.




