Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki sigur at EIK partabrøvini eru dýr

John William Joensen

Í tíðindaskrivi frá Føroya Banka sendur at lesa at Føroya Banki metir eina íløgu í Eik partabrævið vera eina spennandi íløgu, men prísásetingin tykist í hægra lagi.

Brævið sum kann lesast á heimasíðu bankans hevur hesa niðurstøðuna:

” Partabrøvini í Eik eru við tekningarkursinum á 575 kr. og keypsprísinum á 16 kr. fyri hvønn
tekningarrætt ikki bílig sæð í mun til aðrar børsskrásettar bankar við somu stødd. Hinvegin
hevur vøksturin í úrslitunum hjá Eik síðstu árini verið væl omanfyri tann hjá nevndu
bankum, og kann ein framhaldandi vøkstur gera eina íløgu í partabrævið lønandi.”