Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki skipaði fyri forkunnugum eftirlønarfundi

John William Joensen

Í sambandi við Sjómannadagin skipaði Føroya Banki fyri upplýsandi fundi um eftirlønir týskvøldið 15. august í Skálanum í Klaksvík.

Fundurin var fyri fólk í høvuðsvinnuni, og bæði ráðgevarar úr Føroya Banka og formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, høvdu áhugaverdar framløgur.

Fundurin byrjaði við, at Hans Peter Clementsen, deildarleiðari hjá Føroya Banka, beyð luttakarunum vælkomnum. Síðan greiddi Óli Jacobsen frá eftirlønarviðurskiftunum hjá føroyskum fiskimonnum, og Joan Stampe og Tummas Pauli Mýri, íløguráðgevar í Føroya Banka, vístu á møguleikar at spara upp eftirløn og gera íløgur í virðisbrøv.
Óli Jaconsen segði millum annað, at fyrsta frambrotið í eftirlønarmálum var løgtingsvalið í 1958, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur upp á lyftið um fólkapensjón í staðin fyri ta meira soltnu ellisrentuna. Landsstýrið, ið kom eftir hetta valið, framdi eisini fólkapensjónina. Men hetta var ein so stórur biti, at hon mátti fremjast eftir trimum árum, og fíggjarlógin fór úr 15 upp í heilar 20 milliónir hetta tíðarskeiðið.

Karl gekk á odda 
Fyrsta stóra fakfelagið, sum fór at hugsa um at gera nakað við eftirlønarspurningin, var Havnar Arbeiðsmannafelag við Karl Johansen sum formanni. Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar miðskeiðis í áttatiárunum sá hann, hvør nytta var í einum prosenti í lønarhækking. Helvtin fór í skatt. Vøruprísirnir fóru at hækka, og so var einki eftir. Hann fekk tí góðar menn at rokna út, hvat tað fór at geva, um arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar rindaðu eitt prosent hvør í eftirlønargrunn.
Á hendan hátt vórðu lunnar lagdir undir eftirlønarskipanina hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur verið eitt gott ískoyti til fólkapensjónina limum felagsins.

Leikluturin hjá Føroya Fiskimannafelag
Óli Jacobsen viðgekk, at Føroya Fiskimannafelag hevur ikki verið millum fyrstu feløgini á sjóvarfallinum í eftirlønarmálum. Hetta kemst lutvíst av, at felagið hevur bíðað eftir politisku skipanini, segði hann. Felagið hevur hildið, at fiskimenn eiga vera partur av eini heildarskipan á økinum, tí fáir fiskimenn hava fiskiskap sum lívsstarv burturav.
Teir allarflestu hava annað arbeiði ein fittan part av teirra arbeiðslívi og gerast tí partur av fleiri ymiskum skipanum. Vanligt er, at menn eru til skips, meðan teir eru ungir og hava børn og hús, men tá børnini eru vaksin, og húsið er goldið, fara teir ofta at arbeiða t.d. á flakavirki. Tá enda teir í skipanini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Fiskimannafelagið hevur í dag eina skipan, har bæði reiðarar og og fiskimenn gjalda sín part. Fyri hvønn dag í vinnu rindar fiskimaðurin 30 kr. til eftirlønina og reiðarin 22 kr. Avtalað er gjørd við Føroya Banka um, at eftirlønirnar hjá fiskimonnum verða goldnar inn á 60 ára-konto í bankanum.

Eftirlønaruppsparing og tryggingar
Joan Stampe, íløguráðgevi, segði á eftirlønarfundinum, at tað hevur alstóran týdning, at fólk taka ábyrgd av síni egnu uppsparing og ikki bara sita og bíða eftir, hvat politikararnir fara at gera. Hevur tú onga eftirlønaruppsparing, er munurin sera stórur frá at hava eina lønarinntøku til bert at fáa fólkapensjón.
Ein háttur at spara upp er 60 ára-konto og Lutakonto. 60 ára-konto og Lutakonto eru skipanir, sum gera tað serliga áhugavert sæð frá einum skattasjónarmiði at spara upp. Ongin rentuskattur verður tikin av uppsparingartíðarskeiðnum. Hinvegin verða 35% drigin frá, tá endaliga upphæddin verður útgoldin við 60 ára aldur ella eldri. Verður upphæddin tikin út áðrenn, er skattliga gjaldið 55%. Hetta er gjørt fyri at undirstrika, at uppsparingin er ætlað at verða nýtt á eldri árum.
Tað er umráðandi at byrja at spara upp í góðari tíð, segði Joan Stampe. Longri tíðarskeiðið er, minni verður upphæddin at spara upp hvønn mánað.

Íløgumøguleikar
Tummas Pauli Mýri, íløguráðgevi, nevndi, at í løtuni fáa kundar eina rentu upp á 3,25% í Føroya Banka pening á 60 ára-konto og Lutakonto. Vil kundi royna at fáa hægri avkast av upppsparingini, hevur hann ella hon eisini møguleika at seta uppsparda peningin í virðisbrøv.
At gera íløgur fyri uppspardan pening er eitt alternativ til at hava pening standandi inni sum innlán. Íløgurnar verða gjørdar við atliti til at fáa hægri avkast, enn innlán geva. Íløgur hava tó hægri váða enn innlán. Tummas Pauli Mýri nevndi, at avkast og váði ganga hond í hond. Hægri avkast tú kanst fáa, hægri váða átekur tú tær.
 Føroya Banki bjóðar kundum sínum at gera íløgur í lánsbrøv, íløguprógv og partabrøv. Lánsbrøv og íløguprógv í lánsbrøvum hava minst váða, meðan íløguprógv í partabrøvum og partabrøv hava hægri váða.

Harleywoodpaint