Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki søkir um kapital til vøkstur uttanlands

John William Joensen

Fyri at økja um bankans møguleikar at vaksa uttanlands søkir Føroya Banki nú um kjarnukapital úr Bankapakka II.

Føroya Banki er ein væl kapitaliseraður banki við høgum solvensi og stórum yvirdekningi í mun til lógarinnar krav. Kjarnukapitalprosent bankans var 21% tann 31. mars 2009.

Bankin hevur tey seinastu árini havt eina javna og stýrda menning, sum ger, at útlán bankans eru eyðkend við høgum kredittvirði og eini nøktandi spjaðing á segment, vinnugreinir og einstaklingar.

Nevnd bankans leggur stóran dent á, at bankin hevur eitt sterkt kapitalgrundarlag at standa ímóti við í sambandi við áleikandi fíggjarkreppuna og tí harav avleidda altjóða lágkonjunkturinum.

Verandi kapitalur verður mettur at vera nøktandi til hetta endamál.

Harafturat leggur nevnd bankans dent á, at bankin ræður yvir tí sterkast møguliga kapitalgrundarlagnum til at røkka strategisku málsetningum og ætlaðu menning bankans, m.a. at vera við í konsolideringini av danska bankakervinum, sum helst fer at hava við sær færri og størri eindir.

Í tí væntaðu og ynskiligu konsolideringstilgongdini hevur Føroya Banki sum tann 9. størsti bankin á danska børsinum mátað á marknaðarvirði ein natúrligan leiklut í hesi gongd.

Grundað á hetta hevur nevnd bankans gjørt av at søkja um statsligt kapitalinnskot sum hybridan kjarnukapital samsvarandi kunngerðini um statsligt kapitalinnskot í kredittstovnar (Bankapakka II).

"Bankapakki I hevur álagt okkum fleiri útreiðslur og forðingar, sum fyri ein væl konsolideraðan banka sum okkara eru meiri tvørligar enn neyðugar. Við umsóknini hava vit tí valt eisini at halda hurðini á gloppi fyri teimum fyrimunum, sum eru í¬ Bankapakka II, hóast okkara framskrivingar ikki í sær sjálvum vísa tørv á tí. Samstundis fer lánið, um vit velja at taka tað, at bøta munandi um okkara kapitalstyrki til at vera við at konsolidera danska bankakervið", sigur Janus Petersen, forstjóri.

Bankin søkir um tað størst møguligu lánsupphæddina svarandi til 3% av teimum risikovektaðu ognunum. Samsvarandi bankans roknskapi fyri fyrsta ársfjórðing 2009 svarar hetta til 212 mió. krónur. Um bankans umsókn verður játtað, og bankin velur at taka lánið, økir tað um bankans kjarnukapitalprosent úr 21% upp í 24%