Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki stuðlar SUÐ

John William Joensen

Týsdagin undirskrivaði Føroya Banki eina sponsoravtalu við sangbólkin Suð.

Hans Petur Clementsen, deildarleiðari hjá Føroya Banka í Klaksvík sigur, at  Føroya Banki hevur hildið tiltakið hjá kvinnubólkinum Suð verið eitt ógvuliga áhugavert og annarleiðis lokalt mentanartiltak , sum vert er at stuðla.
Vit halda tað vera rættuliga sermerkt, at tær eitt nú fara at framføra eitt nú sangir hjá ABBA og at tær annars í klæðum frá 70-unum fara at framføra tónleik eisini frá hesi tíðini.
Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá tiltakinum, ið eisini fer aðrastaðni at ferðast við tiltakinum og vit eru fegnir um at hava møguleikan at stuðla einum so sermerktum tiltakið.
Tað vóru tey bæði, Hans Petur Clementsen og Steinvør Fonn, sum í Føroya Banka týsdagin undirskrivaðu sponsoravtaluna.