icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Banki treiskast fíggjarkreppuna – 200 mió. kr. í avlopi í 2008

John William Joensen

Hetta er eitt tað besta bankaúrslitið yvirhøvur í ár og tað besta hjá Føroya Banka síðan 2001, skrivar bankin í tíðindaskrivi

Tíðindaskriv frá Føroya Banka:

Úrslitið hjá Føroya Banka í 2008 var 200 mió. kr. fyri skatt. Hetta er eitt tað besta bankaúrslitið yvirhøvur í ár og tað besta hjá Føroya Banka síðan 2001

Føroya Banki stóð seg sera væl í fjør og hevði 200 mió. kr. í avlopi fyri skatt. Eftir skatt var avlopið 171 mió. kr. Føroya Banki hevur sostatt eitt av bestu úrslitunum hjá peningastovnum á keypsskálanum í Keypmannahavn.

Rentingin av eginognini var 14 prosent í 2008.

"Úrslitið hjá Føroya Banka í 2008 var sera gott. Vit eru væl nøgd við, at vit á øllum økjum hava rokkið betri úrslitum, enn vit høvdu sett okkum fyri." sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Úrslit av miðvísum arbeiði
Inntøkurnar hjá bankanum øktust heili 19 prosent í 2008, og samstundis lækkaðu útreiðslurnar 7 prosent. Hetta er høvuðsfrágreiðingin um góða úrslitið.

"Úrslitið avspeglar, at starvsfólkini í bankanum skapa munandi størri úrslit enn áður. Vit eru sama tal av fólki sum fyri fýra árum síðan, men umsita dupult so stórt virksemi mált eftir fíggjarjavnanum og hava 60 prosent størri rakstrarinntøkur," sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Árið var annars merkt av størri eingangsinntøkum og útreiðslum. Sølan av Vestlaks gav 98 mió. kr. í inntøkum. Hinvegin kostaðu tap av partabrævaognum bankanum 75 mió. kr., og Bankapakki 1 kostaði 11 mió. kr. Samlaða úrslitið er tí ikki ávirkað so nógv av hesum. Góða úrslitið er heldur ein avleiðing av góðum grundleggjandi bankarakstri.

Besta bankapartabrævið
Partabrævið hjá Føroya Banka stóð seg best av øllum bankapartabrøvum á danska keypsskálanum í 2008. Fallið var 33 prosent, og hetta var minsta fallið av øllum teimum 41 skrásettu bankunum í Keypmannahavn.

Solvensurin er 21 prosent, og gjaldførið er 188 prosent yvir lógarkravið.

"Við sera góðum solvensi og gjaldføri er Føroya Banki væl fyri at vera ein virkin viðspælari í samfelagnum komandi árini. Bankin ætlar ikki at søkja um hjálp frá stjórnini í sambandi við Bankapakka 2, men hevði tvørturímóti havt rindað út munandi vinningsbýti í ár, um ikki Bankapakki 1 forðaði hesum. Bankin kann rinda afturhildnu vinningsbýtini fyri 2009 og 2010, tá Bankapakki 1 rennur út í 2011," sigur Janus Petersen.

Vænta gott úrslit í 2009
Fíggjarjavnin í Føroya Banka var við árslok 10,1 mia. kr. samanborið við 9,6 mia. kr. í 2007. Hetta er fyrstu ferð, at fíggjarjavnin fer upp um 10 milliardir krónur.

Føroya Banki væntar eitt úrslit í 2009 millum 165 og 195 mió. kr. áðrenn kursjavning, skatt og ikki afturvendandi postar samanborið við 168 mió. kr. í 2008. Bankin væntar sostatt eitt enn betri úrslit enn í 2008.