Føroya Bjór minnist stovnaran við nýggjari øl, nú bryggjaríið hevur 125 ár á baki.
Føroya Bjór minnist stovnaran við nýggjari øl, nú bryggjaríið hevur 125 ár á baki
Í ár eru 125 ár liðin, síðan vinnulívsmaðurin í Klaksvík, Simon Frederik Hansen, vanliga róptur Símun í Vági, fór undir nýbrotið at bryggja føroyskt øl.
Merkisárið verður sjálvandi hátíðarhildið við feskari øl, tann seinasta í røðini hjá søguríka bryggjarínum.
Millum fremstu bryggjarí
Símun í Vági fór í 1883 til Danmarkar at læra til bakara. Har lærdi hann eisini at bryggja øl. Fimm ár seinni, í 1888, fór hann undir egna ølfyritøku. Føðingin fór fram í kjallaranum, í Vági í, Klaksvík, har fyrsta ølin frá Føroya Bjór varð bryggjað. Bryggjaríið telist nú er millum elstu fyritøkurnar í landinum. Aðalmálið hevur øll árini verið at fáa sum mest burturúr ríka tilfeinginum í føroysku náttúruni.
Símun í Vági var merkismaður. Framsøkin brúkti hann størsta partin av árum sínum at vera bryggjari, bóndi, bakari og reiðari. Afturat hesum var hann ein av oddamonnunum í føroysku sjálvstýrisrørsluni, sum av álvara kyknaði á jólafundinum í 1888, sama ár sum Føroya Bjór varð stovnað. Hann teknaði eisini sjálvur eyðkenda búmerkið av veðrinum, sum hevur verið sermerkið hjá bryggjarínum øll árini.
Føroya Bjór er eitt serføroyskt familjubryggjarí. Símun vaks upp norðuri í Vági. Hann giftist Karin úr Funningsstovu í Havn, og saman fingu tey átta børn. Fjórði elstur av børnunum var Einar Fróvin Waag, sum seinni tók við sum stjóri eftir pápan. Sonurin var líkur pápanum. Vitbjartur og ótroyttiligur legði hann lunnar undir ta fyritøkuna, sum Føroya Bjór er í dag.
Bryggjaríið hevur verið á Fornagørðum síðan 1890. Í 1953 varð nýtt bryggjarí reist, nærindis gamla bryggjarínum. Nýggju hølini á Fornagørðum vóru útbygt fleiri ferðir hesi árini, Einar Fróvin Waag hevði fyritøkuna undir hond.
Í 1970 kom triðja ættarliðið til. 23 ára gamal varð Einar Waag, sonur gamla Einar Waag, settur sum leiðari. Árini síðan hevur hann nýskipað Føroya Bjór, sum hevur ment seg frá einum minni virki til eitt dagført ídnaðarvirki. Annika Waag, dóttir hansara, er virkis- og góðskuleiðari í dag.
Bryggjaríið hevur altíð verið ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum. Føroya Bjór hevur stuðlað og samstarvað við einstaklingar, bólkar, feløg og onnur í nærumhvørvinum í Føroyum.
Føroya Bjór er nú einasti føroyski framleiðari av sodavatn. Einar Fróvin Waag keypti maskinurnar hjá Smæruni í 1936, og bryggjaríið hevur framleitt sodavatn síðan. Kappingin við útlendska diskount-sodavatni er gróthørð, men SISU og Jolly hjá Føroya Bjór eru serliga væl umtóktar millum føroyingar. Tað eru somuleiðis nógv, sum keypa vatnfløskur og Apollinaris frá Føroya Bjór.
Góða ølið hevur somuleiðis vunnið Føroya Bjór bestu skoðsmál og viðurkenning, heima sum úti. Bryggjaríið hevur við tíðini vunnið nógvar útlendskar ølkappingar.
Nýggj øl
Tey 40 starvsfólkini á Føroya Bjór kring landið arbeiða hvønn dag við nýggjum verkætlanum. Seinastu tvey árini hevur bryggjaríið økt munandi um framleiðsluna. Nú fæst bæði øl og sodavatn í dós. Í summar kom nýggj maskina á bryggjaríið, sum framleiðir plastfløskur, so tað slepst undan at innflyta fløskurnar úr øðrum londum. Nú fer øll framleiðslan fram her í Føroyum.
Føroya Bjór hevur altíð gingið undan við góðum øli. Ein rúgva av nýggjum øli er bryggjað seinastu árini. Rabarbuølin Ydun og súreplacider Nordic Cider eru dømi um tað. Fyrr í ár eru eisini Vár Bryggj, Sterkur Veðrur og Oktoberfestøl, sum varð bryggjað til frálíka oktoberfestkvøldið í Dansifrøið tann 30. september í ár, komin á marknaðin.
Føroya Bjór fór í summar undir enn eina spennandi verkætlan, sum er at bryggja við føroyskum byggi. Og úrslitið er enn ein nýggj øl. Ølin 125 er til minnis um Simon Frederik Hansen, sum stovnsetti Føroya Bjór.
Bjórin er bryggjað, sum Símun í Vági gjørdi tað í 1888, við føroyskum vatni, besta malti og úrvaldari bayerskari humlu við tilsettum føroyskum uppruna byggi, Sigurð og Tampar.
125 er ein bjór, ið hóskar væl til føroyska heystið og til góðan føroyskan mat. Styrkin er 4,6 % vol. Hevur góða fyllu og er nakað dimmari enn Veðr. Etikettan er eisini gjørd sum tann upprunaliga etikettan.
125 fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór, Klaksvík, Leirvík, Tórshavn og á Tvøroyri umframt í sølustøðum hjá Rúsdrekkasøluni. 125 fæst sum kassi á 30 stk og 6-pack.
Í samfull 125 ár hevur Føroya Bjór verið til stóra gleði fyri føroyingar. Og tað ætlar Føroya Bjór eisini at vera fyri føroyingar í ókomnum døgum.




