Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór og USA

Oliver Joensen

Amerikumenn dáma væl Føroya Bjór. Ífjør tá Amerikanski Sendiharrin hevði sítt stóra garden party fyri 1.400 gestum á Independence Day var Black Sheep í gløsunum og merkið veittraði undir liðini á Stars And Stripes og var hetta sera gott pr., fyri føroyska framleiðslu.

Á Ólavssøku tá Rufus Amerikanski Sendiharrin vitjaði Føroyar hevði Thor í Hósvík boði honum saman við umboðum fyri føroyska vinnulivið ein siglitúr við teirra skipi Norðlýsinum. Eisini var Sophus Christiansen hjá Føroya Bjór við henda dagin. Sendiharrin segði Sophusi at hann sera fegin vildu hava Føroya Bjór Jólabryggj við til sín stóra jóladøgurða á Sendistovuni, so tað verður jólabryggj ur Klaksvik samanvið Jingle Bells á Sendistovuni.

Føroya Bjór vónar at góða samstarvi við Amerikonsku Sendistovuna fer at hjálpa bryggjaríðnum at koma inn a stóra USA marknaðin har longu íslendskt og orkniskt øl hava vunnið sær marknaðir.