Við bestu vinnaratíð í Føroya Bjór renningini, vann Guttorm Sørensen úr Treystinum á Sam Vang úr Bragdinum og Símun Joensen úr Treystinum
Tað vóru fleiri enn 100 luttakarar við í 11. Føroya Bjór renningini, sum Treysti skipaði fyri, á Norðoyastevnu. Harav vóru umleið tjúgu vaksin, meðan restin vóru børn. Luttøkuna eru tey úr Treystinum væl nøgd við. Renningin var samstundis fyrsta umfar í Grand Prix kappingini fyri vaksin, sum FÍF skipar fyri í summar. Líkindini at renna kundu verði betur, tí tað var fitt av vindi.
Tað darvaði tó ikki Guttorm Sørensen úr Treystinum, sum gjørdist vinnari á 5 kilometur teininum hjá monnum við tíðini 15,59 minuttir. Tað er skjótasta vinnaratíð hjá monnum í Føroya Bjór renningini higartil og fyrstu ferð runnið verður undir 16 minuttir. Símun Joensen úr Treystinum og Sam Vang úr Bragdinum royndu at fylgja honum, men máttu báðir sleppa. Teir tríggir lógu javnir, tá teir komu framvið málinum eftir fyrsta av trimum umførum, við Borgari Biskopstø nakað aftari. Niðan eftir Gerðagøtu aðru ferð dragnaði Sam, og tá teir runnu oman eftir Bøgøtu áðrenn tríggjar kilometur merkið, var Símun eisini byrjaður at dragna. Tá teir komu framvið málinum aðru ferð var Gutti klárt á odda, og økti hann um leiðsluna restina av teininum. Sam Vang megnaði at fáa Símun aftur, og bleiv nummar tvey við tíðini 16,39 minuttir, meðan Símun, sum valdi at taka tað róligt restina av teinum, gjørdist nummar trý við tíðini 17,32 minuttir. Borgar gjørdist nummar fýra við tíðini 17,51 minuttir. John Havn úr Treystinum gjørdist nummar sjey við tíðini 19,41 minuttir. Pól Sundskarð, sum í gjárkvøldið spældi dyst við teimum “gomlu” fyri KÍ ímóti HB, gjørdist nummar tíggju við tíðini 21,53 minuttir. Pól gjørdist eisini nummar trý hjá veteranunum. Tummas Anthoniussen úr Treystinum gjørdist nummar tólv við tíðini 23,01 minuttir.
Hjá kvinnunum endurtók Fríðunn Steinberg sigurin frá í fjør, og vann við tíðini 22,57 minuttir, frammanfyri Karin K. Petersen við tíðini 25,55 minuttir og Eyð Matras við tíðini 27,57 minuttir. Tær renna allar fyri Treysti.
Øll úrslitini frá Føroya Bjór renningini eru at finna her og myndir eru at síggja her.




