Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór Renning í miðbýnum í 20 ár

Frælsur Ítróttur

Á Norðoyastevnu eru tað 20 ár síðani, at Føroya Bjór Renningin flutti inn í miðbýin í Klaksvík. Undanfarnu renningarnar áðrenn 1997 vóru góðar 7 km frá bygdini í Haraldsundi til Klaksvíkar.

Í byrjanini av 1997 flutti rennarin Guttorm Sørensen til Klaksvíkar at búgva eftir loknan lesnað í Danmark. Fyri at varpa meira ljós á renning og fyri at geva børnum møguleika at renna, so valdi hann longu á Norðoyastevnu, at skipa fyri renning fyri bæði børn og vaksin í miðbýnum. Seinni komu fleiri stevnurenningar har bæði børn og vaksin kundu luttaka. Tað eru fleiri góðir rennarar, sum í dag mynda oddin av føroyskari renning, sprotnir úr stevnurenningunum.

Undirtøkan fyri Føroya Bjór Renningini í miðbýnum varð góð frá byrjan og luttøku 65 rennarar í 1997. 10 vaksin og 55 børn. Øll árini hevur luttøkan verið góð, men seinnu árini er býtið millum børn og vaksin broytt til fleiri vaksin og færri børn.

Niðanfyri síggjast úrsltini frá fyrstu Føroya Bjór Renningini í miðbýnum.

Úrslit av Føroya Bjór Renningini 31/5 – 1997 í Klaksvík

Menn 5 km
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 16,10 Guttorm Sørensen 28 Hvannasund
2 17,59 Niels Jákup Jakobsen 34 Tórshavn
3 20,35 Rói M. Absalonsen 13 Viðareiði
4 20,41 Páll Bjarkason 17 Oyri
5 20,59 Erling Olsen 40 Tórshavn
6 22,55 Jógvan Johan Lorenzen 16 Hvannasund
7 22,57 Søren Nielsen 33 Klaksvík
8 32,50 Jonhard Haraldsen 32 Tórshavn
Kvinnur 5 km
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 29,48 Kristiana Danielsen 27 Klaksvík
2 29,59 Jóhanna Mikkelsen 34 Klaksvík
Gentur 3-6 ár – 1,5 umfar (1 km)
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 4,56 Bergfríð Joensen 6 Viðareiði
2 5,53 Borghild Reyðberg 6 Kunoy
3 6,08 Kristianna D. Jakobsen 5 Tórshavn
4 6,17 Gudny Jacobsen 6 Sørvágur
5 6,25 Vilbjørg Johannesen 5 Klaksvík
6 7,03 Heidi Eltør 6 Signabøur
7 7,16 Jóna Østerø 6 Klaksvík
8 7,28 Erla Vang 5 Klaksvík
9 7,39 Louisa Østerø 4 Klaksvík
10 8,23 Karina Jacobsen 6 Klaksvík
11 9,30 Ruth Jórun Joensen 3 Klaksvík
12 10,02 Elin Joensen 5 Klaksvík
Dreingir 3-6 ár – 1,5 umfar (1 km)
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 4,40 Jan Elmar Sørensen 5 Klaksvík
2 4,51 Bogi Jacobsen 5 Klaksvík
3 4,55 Daniel Dam 6 Klaksvík
4 5,44 Poul Johan Poulsen 5 Klaksvík
5 5,56 Erland Nýggjagarð 6 Hvannasund
6 6,03 Harry Matras 5 Hoyvík
7 6,07 Teitur Hansen 5 Klaksvík
8 6,09 Sørmund Kalsø 5 Klaksvík
9 6,15 Ragnar Danielsen 5 Klaksvík
10 6,19 Emil Biskopstø 6 Klaksvík
11 6,22 Rasmus Biskopstø 5 Klaksvík
12 7,19 Jón Jacobsen 4 Klaksvík
13 7,26 Jóhan Jacobsen 4 Argir
14 8,25 Gudmund Hansen 5 Miðvágur
15 9,53 Gunnar Poulsen 4 Klaksvík
Gentur 7-12 ár – 3 umfør (2 km)
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 11,49 Karina Hansen 7 Klaksvík
2 11,58 Maria Jacobsen 10 Norðoyri
3 12,04 Birita Hansen 8 Søldarfjørður
4 12,05 Jenny Østerø 8 Klaksvík
5 12,07 Erna Jacobsen 8 Sørvágur
6 12,29 Súsanna D. Jakobsen 9 Tórshavn
7 12,34 Jóhanna Reyðberg 9 Kunoy
8 12,36 Birgit Hermansen 11 Strendur
9 12,38 Heidi D. Olsen 10 Klaksvík
10 12,39 Annika Biskopstø 10 Klaksvík
Dreingir 7-12 ár – 3 umfør (2 km)
Pláss Tíð Navn Aldur Staður
1 8,05 Jósup Henriksen 11 Klaksvík
2 8,24 Magnus Matras 8 Hoyvík
3 8,25 Knút Dalsgaard 11 Tórshavn
4 8,37 Heðin Bjarkason 11 Oyri
5 8,49 Rúni Hansen 9 Søldarfjørður
6 9,14 Kristian Olsen 12 Klaksvík
7 9,14 Steffan Kalsø 9 Klaksvík
8 9,20 Ólavur Jacobsen 9 Klaksvík
9 9,37 Ári Bjarkason 9 Oyri
10 9,57 Niels P. Danielsen 8 Klaksvík
11 10,06 Karl M. Olsen 12 Kambsdalur
12 10,07 Jón Syderbø 9 Klaksvík
13 10,44 Eli Carlsen 8 Norðoyri
14 10,57 Atli Henriksen 7 Klaksvík
15 11,05 Ísak Hansen 8 Klaksvík
16 11,29 Torstein Vang 11 Klaksvík
17 13,09 Bergur Joensen 10 Klaksvík
18 13,11 Kristian Olsen 8 Klaksvík
Harleywoodpaint