Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Bjór Renningin verður leygardagin

John W. Joensen

Leygardagin 6. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 19. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.
Photo Photo
Í ár verður renningin leygardagin 6. juni kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt, tvey og trý umfør. Tey vaksnu renna fyrst tvey umfør á 700m og so tvey umfør á 1.800m. Hesin teinurin á 5 km er uppmátaður og góðkendur.

Orsakað av vegarbeiði á Skúlavegnum, sum tískil er stongdur, verður runnið annarleiðis í ár, men kortini nøkunlunda somu teinar.

Photo Photo

Hjá øllum verður startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. 

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 6. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1970-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1960-1969) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1959 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) – 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) – 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) – 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnu og manni á 5 km teininum.

Photo Photo

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 5. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Photo Photo