Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Byggifrøðingafelag fyllir 40 ár.

John William Joensen

Í hesum sambandi verður móttøka í Öström leygardagin 3. okt kl 15.00.

Í hesum sambandi verður móttøka í Öström leygardagin 3. okt kl 15.00.

Á skránni verða røður frá fyrrverandi formanni felagsins, Barbaru Mikkelsen, og Gert Johansen, formanni í Konstruktørforeningen. Felagið bjóðar lætt ábit og kaffi/te ella juice og skipar fyri byggiplássvitjan í Sjóvinnuhúsinum, byggiplássvitjanin er fyri limir í AKF.

Tað var tann 14.09.1975 at Føroya Byggifrøðingafelag varð stovnað uppi á Hotel Føroyum.

Í frásøgn frá fyrsta fundi felagsins sæst at millum stovnararnar vóru m.a. Mads Guttesen, Ronald Poulsen, Petur á Lava Olsen og Jonhard Jacobsen. Høvið verður at hitta nakrar teirra í Öström leygardagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.