Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Fólkaháskúlafelag – Ólavsøkufundir í 102 ár

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun eftir kappróðurin 28. juli. Fundurin er klokkan 17.30.

Í ár er tað Tóra Petersen, sálarfrøðingur og Ph.d., sum heldur røðu. Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur. Harumframt verður ein biti at fáa.

Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912, at felagið var stovnað við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

Líka síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan.

Fólkafundurin er almennur, og háskúlafelagið vónar at síggja nógv fólk.