Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Fólkaháskúlafelag – Ólavsøkufundir í 103 ár

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun eftir kappróðurin 28. juli. Fundurin er klokkan 17.30.

Í ár er tað Hansina Iversen, listakvinna, sum heldur røðu. Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur, umframt at ein biti verður at fáa.

Tað var 28. juli 1912, at Háskúlafelagið var stovnað við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

Líka síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan.

Fólkafundurin er almennur, og háskúlafelagið vónar at síggja nógv fólk. Til ber eisini hjá nýggjum limum at tekna seg umframt at stuðla innsamlingini til frama fyri umvælingar á Háskúlanum.

Vinaliga

Nevndin fyri Føroya Fólkaháskúlafelag