Vælkomin á ársins Gittarting 8.- 9.september 2017 og uppliva eina spennandi skrá við konsert, open stage, kafé, tónaverkstaði, fyrilestrum og lutakasti av góðum Høfner gittarum
Vælkomin á ársins Gittarting 8.- 9.september 2017 og uppliva eina spennandi skrá við konsert, open stage, kafé, tónaverkstaði, fyrilestrum og lutakasti av góðum Høfner gittarum
Skráin á festivalinum verður:
Fríggjakvøldið 8. september
kl. 16:00
Rigmor Dam letur upp gittar framsýningina.
Framsýndar verða nýggjar og eldri Høfner gittarar, umframt ein røð av øðrum eldri gittarum. Allar gitararnar verða væl dokumenteraðar.
kl. 20:00
Spennandi fyrilestur frá Sissel Guttormsen, stjóri í tí kenda norska rokksavninum Rockheim.
kl. 20:30
Spennandi fyrilestur av Høfner serfrøðinginum Kield Frithiof Andersson, sum fer at tosa um Høfner og spæla uppá Høfner ljóðføri.
kl. 21:00
Netverkan, kafé og Open Stage í Miðstovuni.
Leygarkvøldið 9. september
kl. 14:00
“Mín gittar mítt ljóð” Tónaverkstovan letur upp.
Gittar úrmælingarnir Heri Joensen frá Týr, Mikkjal Hvannastein, session tónleikari og Ólavur Jakobsen, klassiksur gittar tónleikari greiða frá og vísa teirra live settup og vísa síni kynstur.
kl. 17:00
Gittar framsýningin letur upp.
kl. 20:00
Ársins trubadur konsert, sett av Signhild Johannesen, virkandi borgarstjóra. Á skránni eru Martin Joensen, Hans Andrias Jacobsen og Lena & Niklas.
kl. 22:00
Lutakastið um Høfner gitararnar verður stjórnað av Signhild Vilhelmsdóttir, Aksel á Botni og Eyðun Nolsøe.
Allur innkomni peningurin fer óskerdur til Føroya Rokksavn, sum verður stovnað í Klaksvík í næstum.
Atgongumerki til Ársins trubadur konsert á kr. 150,- eru at fáa á atgongumerki.fo og í Leikalund í Klaksvík.
Atgongumerki á kr. 50,- til framsýningina báðar dagarnar, Open stage og tónaverkstaðin fáast í Leikalund.
Leygarkvøldið 9. september verður drigið um tvær Høfner gitarar, ein signeraða Høfnerbók og ein Høfner violin bass. Vinnaratølini vera at finna á www.nordlysid.fo frá 10.sept.’17.
Lutaseðlar á kr. 100,- eru at fáa í Leikalund í Klaksvík og í Tutlhandlinum í Tórshavn.




