Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya handarbeiðsskúli spílar seg út

Erik Biskopstø

Í gomlu Heygabúðini í Klaksvík húsast Føroya handarbeiðsskúli, og í vetur er skráin meira fjølbroytt og umfatandi enn nakrantíð áður. Tilmeldingin letur upp fríggjadagin 1. september kl. 17.

Kvinnur úr øllum landinum leita sær til Klaksvíkar fyri at luttaka á ymiskum skeiðum. Summi skeið blíva fullteknað innan hálvan tíma. So tað ræður um at sita klár, tá ið tilmeldingin letur upp.

Í ár er skráin sera umfatandi. Úr rúgvuni kann nevnast brodering, garving, gera føroyska húgvu, føroyskar buskur, føroyskt skjúrt, føroyskan vest, tøving, barka roð og gera rotuskógvar, maskinbinding, virka ull, patchwork, glaslist og mangt annað.

Sí meir kunning og tilmelding á www.kks.fo