Handverkaralønirnar mugu upp, so tær verða betri kappingarførar, og so ikki enn fleiri handverkarar rýma av landinum. Tað verður uppleggið, tá Føroya Handverkarafelag fer til samráðingar um nýggjar sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum í fyrstu viku í september. Felagið hevur júst sagt galdandi sáttmálar upp til 1. oktober.
Handverkaralønirnar mugu upp, so tær verða betri kappingarførar, og so ikki enn fleiri handverkarar rýma av landinum. Tað verður uppleggið, tá Føroya Handverkarafelag fer til samráðingar um nýggjar sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum í fyrstu viku í september. Felagið hevur júst sagt galdandi sáttmálar upp til 1. oktober.
Á aðalfundinum hjá Føroya Handverkarafelag leygardagin á Hotel Føroyum varð samtykt, at handverkarasáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum skulu sigast upp at fara úr gildi 1. oktober, tá sáttmálaskeiðið er úti. Uppsøgnin varð send Føroya Arbeiðsgevara/Føroya Handverksmeistarafelag mánadagin.
Talan er um tríggjar sáttmálar – fastlønarsáttmálan, sáttmálan fyri tímaløntar handverkarar og sáttmálan hjá flogmekanikarunum.
Meira í løn
Aðalfundurin hevði eisini ta greiðu støðu, at Føroya Handverkarafelag sjálvt skal ganga á odda at seta dagsskránna og karmarnar fyri samráðingunum um nýggjar sáttmálar.
– Útgangsstøðið er ógvuliga greitt, lønirnar mugu og skulu upp, so at tær betri kunnu kappast við lønirnar í grannalondunum, og her hugsa vit serliga um tær norsku lønirnar. Vit vita væl, at tað verður sera trupult at koma heilt har upp, og skattligu fyrimunirnar, sum okkara handverkarar fáa boðið í Noregi, fáa vit onki gjørt við. Men vit mugu byrja onkustaðni og lyfta okkara lønir so frægt, at ikki uppaftur fleiri handverkarar rýma av landinum eftir betri lønum og sømdum, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
Álvarslig lønarstøða
Hann heldur verandi støðu vera sera álvarsliga.
– Tað er longu nærum ógjørligt at fáa føroyskar handverkarar til verkætlanir í Føroyum, tí so nógvir eru rýmdir. Okkara handverkaraútbúgvingar eru gull verdar, tað sæst eisini á stóra eftirspurninginum eftir føroyskum handverkarum uttanlands, men vit mugu gera alt fyri, at tað skal kunna bera til hjá teimum at velja at arbeiða í Føroyum heldur enn uttanlands.
– Sjálvandi er tað ógvuliga gott, at okkara handverkarar eru so dugnaligir, at teir hava møguleikan at leita sær uttanlands at arbeiða, tá vit hava ringar tíðir her heima, men tað kann ikki vera rætt, at vit nú skulu smíða lógir, ið gera tað ómakaleyst hjá arbeiðsgevarunum at fáa minni krevjandi, útlendska arbeiðsmegi hendavegin, tí arbeiðsgevararnir sjálvir tvíhalda um eina løn, ið okkara egnu handverkarar als ikki kunnu liva við og góðtaka, sigur Suni Simonsen.
Áseta karmar
Nevndin fer á fundi hósdagin at viðgera aðalfundarfrágreiðingina og leggur tá eisini lunnar undir framhaldandi arbeiðið at áseta karmarnar fyri sáttmálasamráðingunum í samsvar við uppleggið, sum semja var um á aðalfundinum. Avtalað er við arbeiðsgevararnar, at samráðingarnar skulu byrja í viku 36, tað er fyrsta vika í september.
Suni Simonsen sigur, at hann í virðing fyri mótstøðupartinum í sáttmálasamráðingunum – arbeiðsgevarunum – ikki hevur hug alment at seta tøl á krøvini, ið Føroya Handverkarafelag fer at møta upp til samráðingar við.
Tímaløntir handverkarar við longri útbúgving fáa eftir galdandi sáttmálum 128,93 krónur um tíman, meðan teir við styttri útbúgving fáa 123,73 krónur um tíman.
Ein fastløntur handverkari fær 22.347,44 krónur um mánaðin og við trý ára starvstíð fær hann 22.705,00 krónur um mánaðin.
—————————–




