Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya KFUK-skótar fegnast um stuðulin

Tíðindaskriv

KFUK-skótarnir fegnast um hækkaðu játtanina til Skótadepilin á Selatrað, og kenna ikki aftur tíðindini á kvf.fo, um at stuðulin og markingin av honum hevur fingið ilt í okkum.

 

Vit sendu í gjár eitt bræv til limirnar í Fíggjarnevndini, har vit júst fegnaðust um stuðulin, men vístu samstundis á, at ynskiligt var, at stuðulin varð latin Føroya Skótaráði uttan marking.

 

Føroya Skótaráð er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, har kundi stuðulin fingið demokratiska viðgerð, sambært reglugerð hjá Føroya Skótaráð og komið øllum føroyskum skótum til góðar.

 

Vegna Føroya KFUK-skótar

 

Inga Foldbo Hjallnafoss

forkvinna

tlf. 212424

 

Fía Lindenskov

nevndarlimur

tlf. 299549

 

Harleywoodpaint